Sum vant endar kappróðrarárið við ólavsøkuróðrinum, sum er á skránni ólavsøkudag eftir setanina.
Tá freistin at boða frá luttøku til ársins síðsta róður var úti, var talið av bátsmanningum 93.
Til ber at síggja yvirlit yvir hvør rør við hvørjum her
Spenningur er um FM-heitið í fleiri róðrum, millum annað hjá 6-mannaførum og 8-mannaførum við monnum, har bert eitt stig skilur nummar eitt og tvey.
8-mannaførini eru eisini størsti riðilin hjá teimum vaksnu: Tey eru níggju í tal, og stendur slagið um FM millum Ørv hjá Havnar Róðrarfelag og Gullbrand úr Fuglafirði. Hjá 6-mannførum er tað eitt Suðuroyarstríð: Millum Froðbing og Smyril úr Vági.
Hjá 10-mannførum skal Havnarbáturin enda frammanfyri Ormin Langa, umframt at hjálp er neyðug frá Klaksvíkingi. Júst 10-mannaførini rógva seinast. Eftir ætlan er flaggtíð klokkan 17.45.
FM-støðan í øllum róðrunum sæst her
Hoyr upptakt til róðurin í sendingini "Ár og bekk" á FM1
Kelda: rsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald