Skjótt hevur Jóhan Petur Poulsen verið høvuðsvenjari hjá besta mansliði Víkings í seks ár, og nú er greitt, at samstarvið millum partarnar fer at halda fram til og við 2029.
Partarnir hava skrivað undir ein nýggjan trý-ára sáttmála. Hesum boðar Víkingur frá í kvøld.
Brandur Jacobsen, ein av longst sitandi formonnum í landinum, og Jóhan Petur Poulsen: Longst sitandi venjarin í fremstu mansdeildini (Mynd: Víkingur)
Jóhan Petur Poulsen kom til felagið í 2015 fyri at vera venjari hjá næstbesta liðnum. Í 1. deild fekk toftamaðurin skjótt góð úrslit - bæði við at menna spælarar, men eisini í mun til úrslit.
Hetta er hildið fram á besta liðnum. Víkingur kom skjótt aftur á evropeiskt pláss undir Jóhan Peturi Poulsen, vann steypakappingina á annars ósigraðum KÍ-liði í 2022, var besta liðið í seinnu hálvu í 2023 og vann síðani eitt flott FM-heiti í 2024.
Samstundis eru nógvir ungir spælarar slúsaðir inn í Sarpugerði, og fleiri so hvørt sum profilar eru seldir ella givnir. Og tað er ikki hissini rós, ið eldhugaði venjarin fær í samband við longda sáttmálan:
- Tað er ikki ov nógv sagt, at kallað Jóhan Petur Poulsen drívkraftina aftanfyri menningina í okkara felagið. Gamaní eru tað nógv, ið taka tøk, men heilin aftanfyri er ein lítilátin toftamaður, ið gongur á odda við hørðum og miðvísum arbeiði, skrivar Víkingur.
![]()
Jóhan Petur Poulsen fær ein "lufttúr", eftir at Víkingur hevur tryggjað føroyameistaraheiti í 2024 (Mynd: Jens Kr. Vang)
![]()
Her heiðraður sum Ársins Ítróttarvenjari í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)
Málið er eisini at framhalandi vera við í oddinum og fáa egið tilfeingi ígjøgnum á besta liðnum. Tað skal hartarbeiðandi og miðvísi venjarin eisini standa á odda fyri næstu árini.
- Vit ynskja framvegis at liggja í toppinum í føroyskum fótbólti, samstundis sum at vit seta okkara egna fólk við, og hetta hava vit megna við Jóhan Peturi á odda. At hann eisini hevur áhugað og leggur arbeiði í restina av felagnum, styrkir um heildina.
Víkingur endaði á 4. plássi og var í steypafinaluni í fjør. Soleiðis er støðan eisini í løtuni. Tað rakk ikki hjá liðnum í Eysturkommunu í Evropa - lagt verður til brots aftur í landskappingini sunnudagin í Streymnesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald