Fótbóltur

Viðmerkjarar: - Møguleikarnir hjá KÍ eru munandi størri við Árna

7'arin fór av vølli í 1. hálvleiki í fyrra dystinum, men vongurin er við í Kaunas. KÍ framvegis uttan nakrar profilar til avgerandi Champions League-dystin, men René Shaki Joensen kann fáa leiklut í Litava ólavsøkudag.

Árni Frederiksberg fór av vølli eftir lítlan hálvan tíma í Klaksvík, tí vandamikli vongurin kendi sær okkurt í baklærinum. Hann kann tó eftir øllum at døma hava ein leiklut í Litava (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg fór av vølli eftir lítlan hálvan tíma í Klaksvík, tí vandamikli vongurin kendi sær okkurt í baklærinum. Hann kann tó eftir øllum at døma hava ein leiklut í Litava (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-28 07:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Meðan føroyingar halda ólavsøku í annaðkvøld, fara nógvir spentir fótbóltsfjepparar, og í stóran mun norðoyingar, at sita og fylgja við gongdini í dysti á einum lutfalsliga lítlum litaviskum leikvølli.

Kauno Zalgiris og KÍ skulu klokkan 17, føroyska tíð, ólavsøkudag spæla á Jonavos Centrinis Stadionasl. Har er ikki "bert" eitt pláss í 3. umfari í Champions League uppá spæl hjá meistaraliðunum úr Føroyum og Litava: Vinnarin verður tryggjaður eitt deildarspæl í heyst/vetur - "í minsta lagi" í Conference League.

Sí eisini: Ferðin hjá KÍ er byrjað - avgerandi uppgerð ólavsøkudag

Í Fótbóltsskýlinum fríggjadagin vóru Eyðun Samuelsen, fyrrverandi spælari, og Jákup Ósa, fótbóltstíðindamaður fyri bolt.fo og Norðlýsið, gestir hjá Trygva Absalonsen. 

Tikið var samanum útgangsstøði og málleysa javnleikin frá fyrra dystinum, har stóra søgan sambært Jákupi Ósa var, at Árni Frederiksberg noyddist av vølli í 1. hálvleiki, tí hann kendi sær okkurt í lærinum.

- Ein orsøk til úrslitið er, at Árni Frederiksberg bert spældi ein triðing av dystinum. KÍ stóð seg væl út á dystin men megnaði ikki at gagnnýta góðu støðurnar.

[object Object]
Javnsetti evropeiski toppskjúttin var nær við at skora tíðliga í dystinum. Og hóast KÍ spældi ein góðan 2. hálvleik, vantaði seinasti neyvleikin - millum annað í deyðbóltum - uttan Árna Frederiksberg (Mynd: Sverri Egholm)

Jákup Ósa væntar, at Kauno Zalgiris verður í einari betri útgávu í morgin: Á grasi og ikki við so varnum útgangsstøði sum við Djúpumýru, tá teir sóu út til at vera nøgdir við javnleik. Ítróttarskrivarin, sum millum annað ger nógv burturúr evropeisku dystunum á bolt.fo, hevur nú litaviska liðið sum lítlan favoritt at koma víðari. Og tað hava greiningaryritøkur eisini.

- Sambært greiningarfyritøkum, sum meta um hesar dystirnar, hevur KÍ millum 33 og 47 prosent møguleika at koma víðari nú. Har er hædd helst ikki tikin fyri, um Árni Frederiksberg spælir nógv ella ikki. Tað er torført at siga, men kanska er tað so, at um hann spælir nógv, so er tað í hægra endanum har og um ikki, so í lægra endanum har.

[object Object]
Árni Frederiksberg er við í Litava, og hann hevur sagt við lokala klaksvíksmiðilin, at ætlanin er at spæla avgerandi dystin ólavsøku dag (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag/Kronberg Photography)

Eyðun Samuelsen er samdur í stóra týdninginum hjá manninum við mongu evropeisku málunum og uppleggunum fyri KÍ og sær góðar møguleikar - serliga um 7'arin kann hava stóran leiklut:

- Tað hevur øðiliga nógv at siga, um Árni byrjar ella ikki. Tí hann kann - um nakar - avgerða slíkar dystir sjálvur. Er hann við, so vil eg faktiskt geva KÍ'arunum ein góðan møguleika at koma víðari. Tí teir eru øðiliga góðir uppá umsillingar (kontra). Um hinir koma at hava spælið, og KÍ kann vera ekstremt sterkt defensivt og hanga í; so kann man síggja teir revsa væl uppá millum annað umstillingarnar.

Havnarmaðurin vísur eisini á mongu royndirnar hjá KÍ í evropeisku kappinginum - nakað sum Kauno Zalgiris ikki hevur í eins stóran mun. Hetta kann gera stóran mun, sigur Eyðun Samuelsen, sum eisini vísti á, at KÍ áður er komið víðari við líkandi útgangsstøði móti betri liðum enn Kauno Zalgiris.

Hoyr Fótbóltsskýlið frá fríggjadegnum her

Viðgerðin av KÍ og møguleikunum hjá liðnum - millum annað við ella uttan Árna Frederiksberg - byrjar 4.28 og heldur fram til 12.20

Í sendingini varð eisini tosað um støðuna í KÍ-hópinum annars. Har er nú greitt, at profilarnir Odmar Færø og Jákup Biskopstø Andreasen framvegis eru úti vegna skaðar, umframt langtíðarskaddu Patrik Johannesen og Sebastian John.

Men René Shaki Joensen venur nú meira og meira við og kann fáa ein leiklut í Litava. Orkuríki landsliðsbakkurin/miðvallarin hevur ongna minutt spælt í ár, men hevur kanska eitt serligt hegni til slíkar dystir. Shaki, ið fyri stuttum hevur longt sín sáttmála við KÍ, kann tí fáa nakrar ógvuliga týdningarmiklar minuttir á ólavsøku.

[object Object]
René Shaki Joensen (nummar 14) og Árni Fredeirksberg aftanfyri eftir at teir eru komnir til Kaunas (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag/Kronberg Photography)

Champions League 2. umfar
Seinni dysturin, mikudagin 29. juli í Jonava
17.00: Kauno Zalgiris - KÍ (0-0)

Samanlagdi vinnarin fer víðari til 3. umfar í Champions League og skal við vissu spæla okkurt evropeiskt deildarspæl í heyst og í vetur

Til ber at fylgja við ovast á Portalinum - leinkja til stroyming kemur eisini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder