Kappróður

Áðrenn ólavsøkuróðurin: Stórur spenningur í fleiri róðrum

Beinleiðis tvídystur um FM í 5-mannaførum við gentum og dreingjum 14-16 ár, umframt 6-mannaførum og 8-mannaførum. Hetta hevur panelið í Ár og bekk eisini viðgjørt.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2026-07-28 09:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Spenningurin heldur sær í fleiri róðrum.

Hetta var staðfestingin eftir Sundalagsstevnu, har tað gamaní gjørdist stórur munur á Orminum Langa og Havnarbátinum hjá 10-mannaførum, men har tað eisini gjørdist greitt, at fýra sannar finalur verða á ólavsøku.

Sí eisini: Ormurin Langi so at siga tryggjað sær FM

Talan er um 5-mannafør við gentum 14-16 ár, sama aldrusbólk hjá dreingjum, 6-mannafør við monnum og 8-mannafør.

8-mannaførini eru eisini størsti riðilin hjá teimum vaksnu: Tey eru níggju í tal, og stendur slagið um FM millum Ørv hjá Havnar Róðrarfelag, sum kann endurvinna heitið, og Gullbrand úr Fuglafirði.

Hjá 6-mannførum er tað eitt Suðuroyarstríð: Millum Froðbing og Smyril úr Vági. Eins og hjá 8-mannaførum skilur bert eitt stig bátarnar, sum hava verið stavn um stavn alt árið.

Serliga hesir róðrarnir, men eisini teir hjá 5-mannaførum, vórðu viðgjørdir í sendingini Ár og bekk í síðstu viku.

Lurta her

Hjá teimum ungu á 5-mannaførunum stendur kappingin millum Firvald og Drekan (gentur) og Báruna og Teistan (dreingir)

Sí allar FM-støðurnar her

Seinasti FM-róðurin byrjar við barnaróðrinum hjá dreingjum klokkan 14. Sí startrøð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder