Hondbóltur

U18 EM: Nýggir árgangir leggja til brots í endaspæli ólavsøkudag

Føroyskir hondbóltsdreingir, ið eru føddir í 2008 og 2009, fyrireika seg nú í Serbia. Til ber at fylgja við dystinum móti Finnlandi og øllum hinum á FM1 og Portalinum.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2026-07-28 15:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta málið er at enda í topp-15 og harvið spæla seg til U19 HM næsta ár. Men talan er um eitt spennandi lið, og hvør veit um tað ikki kann gerast til meira enn tað.

Hetta var boðskapurin hjá Boasi Ellefsen á Skipagøtu og Djóna Gaard Joensen, tá vit hittu teir í Hoyvíkshøllini dagin fyri fráferð til Serbia.

Hoyr samrøðurnar við annan av venjarunum og spælskiparan her:
Boas Ellefsen á Skipagøtu: - Vit hava glett okkum nógv og ætla okkum víðari
Djóni Gaard Joensen: - Um tingini rigga kann hetta av álvara verða spennandi

[object Object]
Boas á Skipagøtu gjørdist ársins spælari í fremstu mansdeildini og er sjálvandi stórur profilur á U18-liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Myndir: Síðsta venjing hjá U18-dreingjum áðrenn fyrsta endaspæl teirra

Hetta er fyrsta endaspælini hjá hesum árgangunum - 2008, 2009 umframt Jónas Fossabrúgv frá 2010 - so tað er heldur torført at meta um, hvørjar vónir man kann hava.

Men við millum annað ársins spælara í bestu mansdeildini í Føroyum síðsta kappingarár, skulu ungu føroyingarnir royna at vinna seg víðari. Fyritreytirnar burdu verið fínar, við tað at Føroyar vóru í styrkisbólki 2 av teimum fýra. Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki.

Finnland er á skránni í fyrsta dystinum í morgin. Har standa Føroyar sum ein favorittur. Síðani bíðar størri uppgáva móti Spania hósdagin, áðrenn møguliga avgerandi dystur um víðari luttøku móti Eysturríki leygarkvøldið. Full dystarskrá og hópur síggjast niðast

Allir dystirnir kunnu stroymast ókeypis á Portalinum, við føroyskum viðmerkjarum. Til ber eisini at lurta á FM1

Sí eisini: U18 endaspæl á Portalinum og FM1

Føroyski hópurin kom til Serbia í gjár og hevur vant saman í dag.

[object Object]
Mynd: Hondbóltssamband Føroya

------------------------------------------------------------------

Hópurin

Málverjar:
Micah Wardum Ragnarsson, H71
Jákup Arngrímsson Müller, Kyndil

Útileikarar:
Teitur Poulsen Hellisdal, Kyndil
Gilli Reginsson, Neistin
Elias Kamp, Skogn IL (NOR)
Jóan Petur Mortensen, H71
Boas Ellefsen á Skipagøtu, H71
Ragnar Heinason, H71
Gabriel Nolsøe Petersen, Kyndil
Mortan Eyðunarsson, Neistin
Rani Johannesen, Neistin
Jónas Fossabrúgv, H71
Axel Holm Simonsen, H71
Teitur Bogason, Kyndil
Hugin Halgirsson, H71
Brandur Debes Dánialsson, Kyndil

Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 29. juli kl. 13.30 Føroyar – Finnland

Hósdagin 30. juli kl. 18.30 Spania – Føroyar

Leygardagin 1. august kl. 18.30 Eysturríki – Føroyar.

Allir dystirnir hjá Føroyum kunnu síggjast á Portalinum og hoyrast FM1 við føroyskum viðmerkjarum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder