Kappróður

Havnarbáturin vann ólavsøkuna - Ormurin Langi FM-vinnari

Ein verulig finala og gysari um ólavsøkugullið millum 10-mannaførini úr Havn..

Teir á Havnarbátinum vóru júst ov stuttir til FM men kundu av álvara fegnast um sigurin á heimasjógvi móti teimum úr Knørrafelagnum (Skíggjamynd: Kvf.fo)

Teir á Havnarbátinum vóru júst ov stuttir til FM men kundu av álvara fegnast um sigurin á heimasjógvi móti teimum úr Knørrafelagnum (Skíggjamynd: Kvf.fo)

2026-07-28 18:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Havnarbáturin vann ólavsøkurøðurin, ein skut frammanfyri Ormin Langa sum kortini vann FM-heitið 2026.

Tað varð ein verulig finala í 10-mannaførunum á ólavsøku í ár: Um heiðurin at vinna á síðstu stevunini og á heimasjógvi. Men eingin finala,  í mun til FM.

Ormurin Langi var undan ólavsøku tvey stig frammanfyri Havnarbátin, og tískil skuldu teir úr Havnar Róðrarfelag hava hjálp frá Klaksvíkingi, um teir skuldu vinna FM.

Klaksvíkingur kláraði ikki at fylgja við, men tað gjørdi Havnarbáturin. Hvíti báturin úr Havnar Róðrarfelag var fyrstur á mál við tíðini 4:19.06. Ormurin Langi kom á mál við tíðini 04:19.27.

[object Object]Ógvuliga tætt allan vegin inneftir. At enda var Drekastevnið frammanfyri (Skíggjamynd: Kvf.fo)

Klaksvíkingur var næstan sjey sekund aftanfyri við tíðini 4:25.29.

Harvið sær endaliga stigatalvan hjá 10 mannaførum soleiðis út, at Ormurin Langi vann FM við 46 stigum. Í hølunum á teimum Havnarbáturin við 45 stigum og síðani Klaksvíkingur á triðja og aftasta plássi við 35 stigum.

[object Object]

[object Object]

Mynd: rsfurslit.fo

Annars vóru fýra beinleiðis FM-finalur.

Fyrst var tað hjá 5- mannaførum dreingjum (14-16 ár), at Teistin vann høvuðsstaðarstríðið við Báruna. Hjá 5-mannaførum við gentum, eisini 14-16 ár, vann Drekin á Firvaldi í ógvuliga tøttum róðri.

Hjá 6-mannaførum vann Strálan aftur, men Froðingur Suðuroyartvídystin móti Smyri um FM.

Hjá 8-mannaførum vann Ørvur á Gullbrandi, og Heiðabáturin var ímillum.

Úrslit frá øllum róðrum síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder