Hondbóltur

U18 EM: Føroyar leggja fyri móti Finnlandi klokkan 13.30

Fyrsti endaspælsdystur yvirhøvur hjá hesum ungu monnunum - ein dystur teir helst skulu vinna. Portalurin stroymir dystin í Beograd beinleiðis og til ber at lurta á FM1.

Føroyska liðið skal hava endaspælselddóp móti Finnlandi, lægst styrkismetta liðnum í bólkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska liðið skal hava endaspælselddóp móti Finnlandi, lægst styrkismetta liðnum í bólkinum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-29 08:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Finnland halda vit, at vit skulu vinna á.

Hetta var heldur beinleiðis staðfestingin hjá Boasi Ellefsen á Skipagøtu, tá vit spurdu spælskiparan, og stjørnuna, á U18-landsliðnum um mótstøðuliðini í EM-endaspælinum.

Hetta var sunnudagin, dagin fyri fráferð. Nú er føroyska liðið í Beograd, og Finnland er á skránni um nakrar tímar. Talan er um lægst styrkismetta liðið í innleiðandi bólkinum.

Sí video her: Boas Ellefsen á Skipagøtu: - Vit hava glett okkum nógv og ætla okkum víðari

[object Object]
Boas Ellefsen á Skipagøtu á heimabeiti í Hoyvík. Í dag fær evnaríki spælskiparin og ársins spælari í føroyskum sín elddóp í endaspæli í Beograd (Mynd: Sverri Egholm)

Myndir: Síðsta venjing hjá U18-dreingjunum áðrenn fyrsta endaspæl teirra

Fyrsti endaspælsdysturin hjá hesum árgangunum - 2008, 2009 og ein frá 2010 - er á skránni nú á ólavsøku.

Sí Djóna Gaard Joensen, venjara, greiða frá hópinum og hví tað kann vera eitt gott hugskot at tendra í dag:

Fleiri spennandi spælarar - ætla at spæla góðan og undirhaldandi hondbólt

Portalurin stroymir dystin beinleiðis - ókeypis og við føroyskum viðmerkjarum - frá klokkan 13.15. Til ber eisini at lurta á FM1, tá ungu føroysku menninir skulu royna at fáa eitt gott útgangsstøði í bólkinum, har tvey lið koma víðari.

U18 EM-endaspæl, fyrsta umfar
Mikudagin 29. juli í Beograd
13.30 Føroyar – Finnland

Hini liðini í bólkinum eru Spania (á skránni hóskvøldið) og Eysturríki (á skránni leygarkvøldið)

Sí eisini: U18 EM: Leggja til brots ólavsøkudag

Hópurin

Málverjar:
Micah Wardum Ragnarsson, H71
Jákup Arngrímsson Müller, Kyndil

Útileikarar:
Teitur Poulsen Hellisdal, Kyndil
Gilli Reginsson, Neistin
Elias Kamp, Skogn IL (NOR)
Jóan Petur Mortensen, H71
Boas Ellefsen á Skipagøtu, H71
Ragnar Heinason, H71
Gabriel Nolsøe Petersen, Kyndil
Mortan Eyðunarsson, Neistin
Rani Johannesen, Neistin
Jónas Fossabrúgv, H71
Axel Holm Simonsen, H71
Teitur Bogason, Kyndil
Hugin Halgirsson, H71
Brandur Debes Dánialsson, Kyndil

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder