Annað

Havnarmenn vunnu talvdystin

Avtala er at gera ólavsøkutelvingina millum havnarmenn og klaksvíkingar til fasta siðvenju, har kappast verður um ferðasteyp.

2026-07-29 11:40 Author image
Innsent
placeholder

Árligi talvdysturin á ólavsøku millum havnarmenn og klaksvíkingar var sum vant beint eftir kappróðurin ólavsøkuaftan.

Í ár vunnu havnarmenn 6-4. Í fjør endaði dysturin javnur 5-5.

Talan er um kvikdyst, sum í mesta lagi varir í ein tíma.

Avtalað er, at telvast skal um ferðasteyp komandi árini. 

Havnin - Klaksvík 6-4

  1. Luitjen Akselsson Apol - Ólavur Simonsen 1-0
  2. Rógvi W. Rasmussen - Finnbjørn Vang 1-0
  3. Elias Petersen - Haldur Suni Johansen ½-½
  4. Hjalti T. Jógvansson - Ingolf Gaard 0-1
  5. Sigurð B. Justinussen - Terji Petersen 1-0
  6. Herluf Hansen - Tummas M. Sólsker ½-½
  7. Petur G. Magnussen - Janus Skaale 1-0
  8. Flóvin M. Tummasarson - Wille Olsen 0-1
  9. Jógvan Joensen - Rógvi H. Olsen 0-1
  10. Herbert H. Johannesen - Rókur Davidsen 1-0 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder