33 ross kappast í siðbundnu ólavsøkukappríðingini hjá Føroya Ríðingarfelag í dag.
Fyrsta ólavsøkukappríðingin var í 1921, kappríðingin hevur verið á fleiri støðum, á Sundsvegnum, Velbastaðvegnum og við Marknagil. Men í fjør var fyri fystu ferð kappast á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali.
Hetta eyðnaðist stak væl, sera nógv fólk vóru til kappingina og lótu tey væl at karminum á økinum. M.a. er nú fyri fystu ferð møguleiki at sleppa á vesi, eins og tað ber til at fara inn í felagshúsið at fáa sær ein kaffimunn ella annað gott.
Rossini eru deild soleiðis: 6 ross í skeið, 6 eru í tølt. 4 ross kappast í trav, 8 ung kappast í tvíspor og hjá vaksnu eru 3 í øðrum flokki og 6 í fyrsta flokki.
Paringarnar síggjast á heimasíðuni hjá Førya Ríðingarfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald