Beint sum Beinir Johannesen setti punktum fyri ólavsøkusøkurøðuna í løgtinginum, fóru føroysku U18-menn í eldin í Beograd. Og tað fór ikki friðarliga fyri seg: Føroyingar spældu í stóran mun flottan hondbólt hendan seinnapartin í Beograd og vunnu við sjey málum.
Fyrsti endaspælsdysturin hjá 08- og 09-árgangunum var móti Finnlandi. Fyri stegðin leikaði javnt á. Eftir heldur trupla byrjan við brendum føroysku málmøguleikum og 1-4 á máltálvuni, komu føroyingar skjótt fyri seg og vóru nakað betri. Álopið koyrdi væl, men finnar skoraðu ov lætt breitt á vøllinum.
Jónas Fossabrúgv er yngsti føroyski spælarin - hann dusaði sær serliga eftir steðgin (Mynd: Dusan Sandic)
Føroyar vóru á odda við einum í steðginum og fóru frá fyrstu løtuna eftir steðgin.
Hetta var við framhaldandi góðum og effektivum álopsspæli, har serliga Boas Ellefsen á Skipagtøtu og Jónas Fossabrúgv gingu á odda við sínum snildum, sannførandi skotum og kvika fótskifti. Í 2. hálvleiki skoraðu Føroyar nærum eftir vild.
Men tað var sanniliga eisini við stinnari verjuspæli. Teitur Bogason og Hugin Halgirsson stóðu væl mitt fyri, Axel Holm Simonsen á einum bakki og Gabriel Skeel Árnason, sum eisini avrikaðu flott í álopinum, hinumegin.
Sum leið var eingin ivi. Føroyar spældu sannførandi, meðan finnar hvørki fingu steðgað Boas og teimum ella funnið loysnir nóg ofta í álopinum. Roynt varð millum annað at mansverja, men nógvir hjá Føroyum vístu seg væl fram, og munurin fór skjótt uppum fimm.
![]()
Teitur Poulsen Hellisdal (Mynd: Dusan Sandic)
Føroyar livdu upp til favorittleiklutin og skulu nú vinna ein dyst afturat fyri at spæla seg víðari í EM-endaspælinum. Á pappírinum sterkasta mótstøðuliðið, Spania, bíðar hóskvøldið klokkan 18.30.
U18 EM-endaspæl, fyrsta umfar
Mikudagin 29. juli í Beograd
Føroyar – Finnland 38-31 (17-16)
Toppskjútti og dagsins spælari: Boas Ellefsen á Skipagøtu (13 mál)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald