Skulu HB og NSÍ leingja evropeiska ári hjá feløgunum, so er neyðugt at vinna við minst tveimum málum í kvøld fyri at hava møguleikan.
Motherwell og Koper eru stórfavorittar at fara víðari í stríðnum við føroysku feløgini. Hetta eftir sigrar í ávikavist Skotlandi og í Klaksvík fyri viku síðani.
Sí eisini: 0-2 og 2-0: Tungt føroyskt kvøld í Conference League
NSÍ er á útivølli, í umleið 30 hitastigum, slavnari luft og uttan leikbannaða Emil Weihe Joensen. Oddaliðið í Meistaradeildini vísti seg væl fram størsta partin av heimadystinum, eisini í undirtali, áðrenn Koper sló til tvær ferðir. Nú skal NSÍ veruliga vísa styrki í Slovenia fyri at hava góðan møguleika at koma víðari aftur.
Petur Knudsen: Føroysku dómararnir eru nógv betri enn teir vit hava havt í Føroyum
HB hevur betri fyritreytir, av tí at dysturin verður spældur í Føroyum. Fær HB fyrsta málið á Tórsvølli er alt opið - hetta er eisini tankin í og kring HB, umframt í Skotlandi. Liðið hjá Lukaszi Cieslewicz hevur tó nakað at prógv.
Sí eisini: Als einki er avgjørt eftir 2-0 í Skotlandi
Teitur Gestsson: Skora vit fyrsta málið so verður eldur í
Conference League 2. umfar - seinnu dystirnir hjá føroysku liðunum
Hósdagin 30. juli á Tórsvølli
18.00: HB - Motherwell (0-2) - FM1
Í kvøld, í Koper
19.45: FC Koper - NSÍ (2-0)
Útivallarmál eru ikki galdandi
FM1 sigur frá á Tórsvølli, har Rúni á Reynatrøð og Bill McLeod Jacobsen vera til reiðar við mikrofonirnar beint fyri klokkan 18. Til at fylgja við gongdini í báðum dystunum ovast á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald