Føroysku frælsítróttarfólkini stóðu seg sera væl Í DM, sum varð hildið 25. og 26. juli.
Fýra føroysk ítróttarfólk luttóku og vunnu tilsamans tvey silvurheiðursmerki og eitt bronsuheiðursmerki. Harumframt vórðu tvey føroysk met sett, skrivar Frælsur ítróttur Føroya.
Størsta einstaka avrikið átti Maria Biskopstø, sum setti føroyskt met í tveimum greinum. Leygardagin rann hon 400 metrar á 56,94 sekundum og gjørdist sostatt fyrsta føroyska kvinnan, ið hevur runnið teinin undir 57 sekund.
Sunnudagin vann Maria silvur á 400 metra rimarenning. Tíðin var 1.00,35, og við henni betraði hon sítt egna føroyska met á 1.00,56, sum hon setti fyrr í ár.
Julian Gregersen tryggjaði eisini Føroyum eitt silvurheiðursmerki. Hann rann 3.000 metra forðarenning á 9.10,61 og var bert fá sekund frá føroyska metinum.
Rutt Gregersen vann bronsu á 5.000 metrum. Hon kom á mál við tíðini 17.58,30, sum samstundis er nýtt persónligt met.
Oddvør Josephsen kappaðist á bæði 100 og 200 metrum. Hon rann 100 metrar á 12,56 sekundum og 200 metrar á 25,96 sekundum. Báðar tíðirnar eru hennara bestu í ár.
Øll hesi fýra eru úr Treystinum í Klaksvík, og seinasta góða árið hava serliga Maria og Julian fingið nógv góð úrslit.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald