Evropeiska fótbóltssamgongan, Uefa, hevur í dag sent út eitt hvassorðað skriv, sum í øllum lutum mótmælir allar ætlanir hjá alheims fótbóltssamgonguni, Fifa, at selja fótbóltin fyri hægstbjóðandi.
Og tað er ein samd evropeisk fótbóltssamgonga, sum stendur aftanfyri skrivið. Øll 55 sambondini í Evropa taka undir við skrivinum.
Í skrivinum hóttir Uefa við, at øll lond í Evropa taka seg úr Fifa-kappingum, um uppskotið ikki verður tikið av borðinum.
Les eisini: Øsing í fótbóltsheiminum yvir Fifa-ætlanir
Í skrivinum stendur millum annað hetta at lesa:
“Sum úrslit av orðaskiftinum í dag, fara eingi Uefa landslið at luttaka í nakrari Fifa-kapping, so leingi hesi uppskotini eru á lívi, uttan so at uppskotið verður slept í síni heild, og bindandi trygd er givin fyri, at Fifa ongantíð aftur fer at lata sína stýring ella kappingar yvir til privata ogn.
Ongin skal vera í iva: Uefa og tjóðarsambondini fara at seta seg ímóti hesum ætlanum við fullkomnari avgerðarmegi”.
Og brævið endar soleiðis:
“Sumt er heilt einfalt ov týdningarmikið at selja. HM í fótbólti hoyrir til fótbóltin. Fer altíð at gera tað. Og so leingi Evropa hevur eina rødd, verður tað aldrin til sølu”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald