Micah Wardum Ragnarsson hevði 13 bjargingar, harav yvir helvtin vóru stórbjargingar. Føroyski málverjin varð eisini kosin besti spælari hjá Føroyum - kortini lótu Føroyar 37 mál inn móti Spania.
Tað sigur eina týðliga søgu um eitt føroyskt lið, sum ikki fekk verjupartin nóg væl - serliga út á 2. hálvleik og serliga var tað vegna tað, at Spania ferð eftir ferð fann fríar menn á strikuni: Strikuspælara ella vong, sum var komin í yvirgongd.
![]()
Micah Wardum Ragnarsson spældi ein flottan dyst - men hetta var ikki nóg mikið (Mynd: Dusan Sandic)
Boas Ellefsen á Skipagøtu skoraði eisini heili 14 mál og átti eina rúgvu av uppleggum, men tað var ikki nóg mikið. Nøkur brend skot og nakrar feilmetingar í góðum álopsstøðum, hjá toppskjúttanum og øðrum, kostaðu.
Serliga var tað løtan, tá Føroyar vóru í yvirtali beint eftir miðjan 2. hálvleik. Í 7 móti 5 mistu føroyingar bóltin, vóru revsaðir beinanvegin, brendu síðani, og skótt eftir hetta var munurin ov stórur at heinta.
![]()
(Mynd: Dusan Sandic)
Fleiri myndir frá dystinum síggjast her
Fyrri hálvleikur var annars sera tættur, og ein sat við kensluni av, at Føroyar burdu - og helst skuldu - verið á odda í steðginum. Men hóast gott álopsspæl, var tað ikki nóg mikið, og í 2. hálvleiki var Spania so at siga betri allan vegin.
Úrslitið merkir, at Spania er víðari sum eitt'ari og við stigum, meðan Føroyar kunnu spæla seg víðari leygarkvøldið við at basa Eysturríki. Higaril hevur Eysturríki tapt 23-25 fyri Spania og 20-25 fyri Finnlandi.
U18 EM-endaspæl, bólkur F
2. umfar av trimum, hósdagin 30. juli
Spania- Føroyar 37-32 (16-15) - hagtøl niðast
Støðan:
1. Spania 4 stig
2. Føroyar 2 stig
--------------------
3. Finnland 2 stig *
4. Eysturríki 0 stig *
Tvey lið koma víðari
3. og seinasta umfar: Leygardagin 1. august
13.30: Spania - Finnland
18.30: Føroyar - Eysturríki
Um Spania vinnur á Finnlandi, kunnu Føroyar koma víðari, hóast man tapir við fleiri málum. Tap við fýra málum er í so fall eingin trupulleiki.
Portalurin vísir lagnudystin leygardagin, og føroysk frásøgn er eisini á FM1.
-----------------------------------------------------------
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald