Fótbóltur

NSÍ fer í longda leiktíð eftir megnar avrik í Slovenia

Beinir Nolsøe og Marius Kryger Lindh hava skorað eftir deyðbóltsstøður, og oddaliðið í Meistaradeildini hevur staðið ímóti slovensku álopunum. Fylg við ovast á Portalinum ella stroyma á OneFootball.

Í 70. minutti var Marius Kryger Lindh kaldur og setit bóltin í netið við vinstra beininum til 0-2. Og 2-2 samanlagt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í 70. minutti var Marius Kryger Lindh kaldur og setit bóltin í netið við vinstra beininum til 0-2. Og 2-2 samanlagt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-07-30 21:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aftanfyri 2-0 eftir dystin í Føroyum, uttan leikbannaða Emil Weihe Joensen og aðrar mans í hitanum í Slovenia - men NSÍ hevur megnað fyrsta stigið.

Oddaliðið í Meistaradeildini hevur skorað tvær ferðir fyrstu 90 minuttirnar í Koper, har longd leiktíð nú er á skránni.

Conference League 2. umfar - seinnu dystirnir hjá føroysku liðunum
Hósdagin 30. juli í Koper
19.45:FC Koper - NSÍ 0-2 (0-1) - samanlagt 2-2
35' Beinir Nolsøe 0-1
70' Marius Kryger Lindh 0-1

Til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum 

Dysturin sæst á tv.onefootball.com við at taka appina niður og gjalda 5 evrir

NSÍ fekk týðandi fyrsta málið. Tað var tíggju minuttir fyri steðgin, at Sammy Skytte snittaði gott hornasparksinnlegg frá Jann Benjaminsen.

Síðani spældi liðið hjá "Siggi" Ragnar Eyjólfsson klókt. Meinhard Egilsson og Michal Przybylski spældi støður, og í 70. minutti var Marius Kryger Lindh kaldur og setit bóltin í netið við vinstra beininum til 0-2. Og 2-2 samanlagt.

Koper hevur rist skelkin av sær og trýstir. Nú er 38-ára gamli Josip Ilicic, við drúgvu Serie A-royndunum, settur á vøllin, og NSÍ, sum ikki hevur nógvar útskiftarar, skal standa ímóti.

Er sama støða eftir 120 minuttir verður farið til brotssparkskapping.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder