Siðbundna kappróðrarárið endaði á ólavsøku, og síðani kundu kappróðrarfólk taka sær av løttum eina løtu.
FM-vinnarar eru funnir, og í seinastu Ár og bekk-sendingini í ár, verður tikið samanum árið - hetta í stóran mun saman við vinnarunum.
Umboð fyri tær flestu bátsmanningarnar, sum nú eru føroyameistarar, vitja, og tað ger formaðurin í Róðrarsambandi Føroya eisini. Petur Hansen fer millum annað at avdúka nakrar tilnevndinar til róðrarveitsluna í morgin.
Petur Asbjørn Lervig, vertur, og Jan Herman Hansen, viðvertur og serførðingur, fara at seta orð á og at práta við rógvarar í eini longdari útgávu av "Ár og bekk".
Sendingin er á FM1 frá klokkan 15 til 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald