placeholder
Fótbóltur

Tom Amos bjargaði fýra brotsspørkum fyri NSÍ

Svenski málverjin varð stór hetja í søguliga sigrinum í Slovenia: Hann vardi fyri helmingin av teimum átta skotunum úr ellivu metrum, sum Koper fekk samanlagt.

Super Tom Amos in goal, plaga Guliganz - frálíku NSÍ-fjeppararnir - at syngja. Og tað vísti sviin við fortíð á akademinum hjá IFK Göteborg seg sanniliga at vera. Her sæst hann boksa burtur í heimadystinum (Mynd: NSÍ/Hjalmar Jóhan Juul)

Super Tom Amos in goal, plaga Guliganz - frálíku NSÍ-fjeppararnir - at syngja. Og tað vísti sviin við fortíð á akademinum hjá IFK Göteborg seg sanniliga at vera. Her sæst hann boksa burtur í heimadystinum (Mynd: NSÍ/Hjalmar Jóhan Juul)

2026-07-31 12:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Og so kann man ikki gloyma heilt framúr avrikið hjá Tom (Amos, red). Hann tekur trý skot í í straffikappingini, umframt eitt í dystinum og hevur fleiri týdningarmiklar bjargingar. Okkara dagsins maður.

Hetta staðfesti Michal Przybylski, tá Portalurin fyrrapartin tosaði við mannin, sum við máli í 122. minutti hóskvøldið sendi Conference League-dystin í Slovenia til brotssparkskapping.

Sí eisini: Michal Przybylski: - Vit royna bara at njóta hesar fantastisku upplivingarnar

NSÍ víðari eftir stórt drama

Maðurin, sum nú hevur skorað níggju evropeisk mál í 31 dystum, sambært FaroeSoccer, rósti hugburðinum hjá NSÍ og peikaði serliga á svenska málverjan.

28-ára gamli Tom Shiran Amos kom til NSÍ í vetur, og høgi málverjin tók yvir millum stengurnar, tá Kristian Joensen fekk ein skaða í ryggin tíðliga í vár.

Og móti FC Koper gjørdist Tom Amos púra avgerandi. - Super Tom Amos in goal, plaga Guliganz at syngja, og tað vísti sviin við fortíð á akademinum hjá IFK Göteborg seg sanniliga at vera. Serliga út ellivu metrum:

FC Koper skeyt átta brotsspørk móti Tom Amos í gjár, men bert fýra fóru í netið.

[object Object]
Tom Amos og Viljormur Davidsen tosa saman eftir fyrra dystin, sum NSÍ tapti 2-0 í Klaksvík (Mynd: NSÍ/Hjalmar Jóhan Juul)

[object Object]Tríggir av teimum til vinstru fingu ikki bóltin framvið Tom Amos í brotssparkskappingini

Heimaliðið fekk brotsspark eftir 25 minuttir og kundi tá skorað til 3-0 samanlagt - og so at siga avgjørt uppgerðina. Men Tom Amos bjargaði væl royndini frá Leo Rimac.

Í longdu leiktíðini fekk Koper aftur brotsspark - eitt pent sagt bíligt brotsspark - sum fór í netið. Men omanfyrinevnda mál hjá Michal Przybylski gav NSÍ eina lívlinju, og í brotssparkskappingini tók NSÍ-málverjin trý skot.

Fyrst var tað royndi Serie A-spælarin, Josip Ilisic, sum royndi at lobba: Lisin. Triðja bortssparkið hjá Koper fór heldur ikki í mál, og tá Tom Amos bjargaði royndini hjá Fiilip Damjanovic, kundu NSÍ'arnir stórfegnast eftir megnar avrik og pláss í 3. umfar.

Sí eisini: Eftir bragdið í Slovenia: NSÍ skal til Sveis í næstu viku

Umstøðurnar at skjóta brotsspark í Koper vóru ikki tær bestu vegna vøllin. Men Tom Amos megnaði sína uppgávu til lítar. Við fýra brotssparksbjargingum, hevur sviin skrivað seg inn í NSÍ-søguna og føroysku fótbóltssøgun.a

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder