placeholder
Annað

Knút og Valborg til NM í gonguløgum

Í ár vera tað hjúnini Valborg Laksáfoss og Knút Lützen, sum umboða Føroyar í NM í gonguløgum í Svøríki.

Knút Lütsen við Kára frá Ásbrú og Valborg Laksáfoss við Stæll frá Stagaströnd (Mynd: Ríðisamband Føroya)

Knút Lütsen við Kára frá Ásbrú og Valborg Laksáfoss við Stæll frá Stagaströnd (Mynd: Ríðisamband Føroya)

2026-07-31 14:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Frá 4. til 9. august verður NM í gonguløgum fyri íslendsk ross á Margaretehof Islandshestcenter í Everöd í Svøríki. Valborg Laksáfoss, Knút Lützen og trý av teirra rossum fóru avstað við Norrönu fríggjanáttina. Tey gista hjá vinfólki í Hirtshals í nakrar dagar, áðrenn leiðin gongur víðari til Svøríkis.

Gæðingakeppni og tølt
Knút luttekur á hestinum Kára frá Ásbrú í gæðingakeppni í B-flokki. Tað hevur fyrr gingist teimum báðum serliga væl í hesi greinini. Í 2022 gjørdust teir norðurlendskir meistarar í Álandi, meðan teir í 2024 vunnu silvur í Danmark.

Knút og hesturin Hvinur frá Árbæjarhjálegu II fara at kappast bæði í T2 og T1. Teir báðir gjørdust føroyameistarar í T2 herfyri. T2 er tøltkapping, har m.a. skal ríðast við sløkum teymum, og Hvinur hevur víst seg at roynast serliga væl í hesi grein.

Valborg og Stæll frá Skagaströnd fara somuleiðis at kappast í gæðingakeppni B, sum er fyri fjórðgongd ross, eins og tey eisini fara at kappast í T1.

Til ber at síggja úrslit á HorseDay appini, meðan eidfaxitv.is fer at senda beinleiðis frá kappingini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder