Hondbóltur

Video: Ein Skipagøtu-special - gongur bara framvið teimum

Føroyski spælskiparin og toppskjúttin í kappingini hevur skorað nógv flott mál í U18 EM higartil. Til ber at uppliva Boas Ellefsen á Skipagøtu og hinar í avgerandi bólkadystinum klokkan 18.30 í kvøld - á Portalinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-08-01 10:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

27 mál í tveimum dystum, toppskjútti í endaspælinum og nógvar flottar detaljur.

Boas Ellefsen á Skipagøtu hevur gjørt bart í fleiri løtum fyri Føroyar, og nummar 14 fekk eisini viðmerkjarar at fegnast um fleiri mál móti Spania seinast. Millum annað tað omanfyri.

Brigdini liggja partvís til familjuna - í kvøld skal ársins spælari í Burn-deildini síðsta kappingarár aftur spæla væl, tá Føroyar royna at vinna seg víðari móti Eysturríki.

Sí eisini: U18 EM: Føroyar kunnu vinna seg víðari við sigri á Eysturríki leygarkvøldið

Til ber at síggja dystin ókeypis á Portalinum við upptakt frá klokkan 18.15. Frásøgn er eisini at hoyra á FM1.

U18 EM-endaspæl, bólkur F

Støðan: 
1. Spania 4 stig 
2. Føroyar 2 stig
--------------------
3. Finnland 2 stig *
4. Eysturríki 0 stig *

Tvey lið koma víðari til ovara miðumfar

Les eisini: Spania syfti Føroyar við snildum spæli

3. og seinasta umfar - í dag, leygardagin 1. august
13.30: Spania - Finnland
18.30: Føroyar - Eysturríki

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder