Hondbóltur

U18 EM: Spæla móti Póllandi mánadagin - móti Danmark týskvøldið

Føroyingarnir hava ein frídag í Beograd, áðrenn ógvuliga spennandi uppgávur bíða í stuttligu hálvuni av endaspælinum. Portalurin vísir dystin móti Póllandi mánadagin klokkan 16 - ein dyst sum Føroyar skulu vinna fyri at halda lív í vónini um fjórðingsfinalu.

Føroyar vunnu greitt á Finnlandi og spældu javnleik móti Eysturríki. Trý stig og 2. pláss í bólkinum - skjótt byrjar miðumfari í Beograd (Mynd: Dusan Sandic)

Føroyar vunnu greitt á Finnlandi og spældu javnleik móti Eysturríki. Trý stig og 2. pláss í bólkinum - skjótt byrjar miðumfari í Beograd (Mynd: Dusan Sandic)

2026-08-01 21:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku U18-menninir hava nú vunnið seg víðari í EM-endaspælinum í Serbia. Talan er um fyrsta endaspælið hjá hesum árgangunum, sum harvið hava avrikað væl higartil

Sí eisini: Føroyar stríddu seg til javnleik og spældu seg víðari

Ovara miðumfari á skránni fyrstu dagarnar í næstu viku. Har skulu Føroyar spæla ímóti Póllandi  (mánadagin klokkan 16 føroyska tíð) og móti Danmark týskvøldið (klokkan 18.30).

Spania er eisini í bólkinum, og liðini hava stig við víðari, eftir innanhýsis úrslitunum í bólkaspælinum: 

Spania vann 37-32 á Føroyum og Danmark 35-23 á Póllandi, og harvið byrja spaniólari og danir við tveimum stigum í miðumfarsbólki III.

Tvey lið koma víðari til fjórðingsfinalurnar. Harvið er neyðugt hjá Føroyum at vinna á Póllandi mánadagin.

Portalurin vísir hendan dystin ókeypis og við føroyskum frásøgufólki, og FM1 sigur frá - eins og við hinum dystunum í endaspælinum. Í dag vóru avbjóðingar við signalinum úr høllini í Serbia, sum gjørdi, at tað hækkaði í, í løtum. Hetta verður vónandi og eftir ætlan í lagi til fyrsta dystin í miðumfarinum, mánadagin 3. august klokkan 16.00.

U18 EM-endaspæl, bólkur III í miðumfarinum
1. Danmark 2 stig *
2. Spania 2 stig *
--------------------
3. Føroyar 0 stig 
4. Pólland

Hava stig við víaðri frá innanhýsis uppgerð í bólkaspælinum

Tvey lið ovastu liðini eru víðari til ovara miðumfari. Har eru Danmark og Pólland á skránni hjá Spania og Føroyum

1. umfar, mánadagin 3. august
16.00: Føroyar - Póllandi
18.30: Danmark - Spania

2. umfar, týsdagin 4. august
16.00: Pólland - Spania 
18.30: Føroyar - Danmark

Dystirnir hjá Føroyum kunnu síggjast ókeypis í Føroyum á Portalinum - og uttanlands við data (5G) um ein hevur føroyskt hald. Beinleiðis frásøgn hoyrist á FM1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder