Annað

Landssamband Hestamannafelag í Íslandi sent stuðulskriv til føroysk reiðfólk

Formaðurin í LH, sum er íslendska ríðisambandið, hevur í vikuni sent ríðisambandinum stuðulsskriv, har hon staðiliga heitir á Tórshavnar Kommunu um at lurta eftir føroyskum reiðfólkum og teirra mótmælum ímóti at leggja eina súkklubreyt har ross vanliga ferðast.

Linda B. Gunnlaugsdóttir, formaður í Landssamband Hestamannafelag

Linda B. Gunnlaugsdóttir, formaður í Landssamband Hestamannafelag

2026-08-02 10:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Linda B. Gunnlaugsdóttir formaður í LH, sum er íslendska ríðisambandið, hevur í vikuni sent ríðisambandinum stuðulsskriv, har hon staðiliga heitir á Tórshavnar Kommunu um at lurta eftir føroyskum reiðfólkum og teirra mótmælum ímóti at leggja eina súkklubreyt har ross vanliga ferðast.

Hon vísir eisini á at í Íslandi leggja myndugleikar stóran dent á trygdina og halda hesar ítróttargreinar greitt atskildar.

Linda B. Gunnlaugsdóttir skrivar m.a. soleiðis;

"Eftir okkara tykki er tað púra greitt, at hestaleiðir og súkklubreytir ikki eiga at vera í sama øki, tí royndir vísa, at óhapp kunnu henda bæði hjá hestafólki og súkklarum,
um hestarnir verða bangnir.

Tað er kent, at hestar eru bangnir fyri súkklum og vanliga svara við at renna burtur
frá ljóðinum av dekkum á hjólum, og tí kunnu óhapp henda.

Gjøgnum árini hava vit havt eina góða samrøðu við kommunur í Íslandi, har stórur
skilningur er vístur fyri báðum ítróttargreinum, men samstundis er høvuðsdenturin
lagdur á at tryggja trygdina hjá bæði teimum, sum venja hestamennsku og hjólreiðar.”

Les eisini: Rossafólk mótmæla ætlaðari súkklubreyt við rossagøtuna í Havnardali

Ríðisamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder