Fyrr í dag vunnu Kaj Johannesen og Elias B. Jensen seg í fínalu í sandflogbóltskapping í Wales. Talan er samstundis um undankapping til U18 EM-endaspælið í 2027; hetta fyri 2010-árgangin og yngri.
Sí eisini: Kaj og Elias hava vunnið EM-pláss til Føroyar
Osla Johannesen og Maria Teresa Vitalis gjørdu tað í U20-høpi fyrr í summar, og nú hava Anna Katrina í Haraldstovu og Tova S. Nielsen hava fyri løtu síðani gjørt teimum kynstrið eftir.
Hetta var eftir at Anna Katrina og Tova vunnu 2-0 á Íslandi í hálvfinaluni. Harvið tryggjaðu tær sær pláss í finaluni, sum verður leikt kl. 16.00.
Umframt pláss í finaluni, so tryggjaðu Anna Katrina og Tova eisini Føroyum eitt pláss í EM endaspælinum fyri U18 gentir í 2027, skrivar Flogbóltssamband Føroya.
Finalan verður ímóti einum øðrum liði úr Íslandi. Í innleiðandi bólkaspælinum taptu føroysku genturnar 2-0 ímóti gentunum, sum tær møta í finaluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald