Hondbóltur

U18 EM: Teitur Bogason var besti maður móti Eysturríki

Sterki strikuspælarin og miðverjin úr Kyndli var javnsettur føroyskur toppskjútti og vísti sítt virði, eftir at hann var uttanfyri størsta partin av dystinum móti Spania.

Teitur Bogason (nummar 80) fegnast her. Tað kundi hann eisini í gjárkvøldið (Mynd: Dusan Sandic)

Teitur Bogason (nummar 80) fegnast her. Tað kundi hann eisini í gjárkvøldið (Mynd: Dusan Sandic)

2026-08-02 16:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá tíggju og ein hálvur minuttir vóru farnir av dystinum hjá Føroyum móti Spania hóskvøldið, tá Teitur Bogason fekk sína útvísing nummar tvey. Tann eina sá bílig út, meðan hin var í lagi.

Høgi havnarmaðurin var bert á vøllinum í nakrar minuttir afturat, tí hann lá til reytt kort. Og man sá í løtum, at hann manglaði.

Hugin Halgirsson varð noyddur at spæla so at siga allar minuttirnar á strikuni í álopinum og í miðverjuni. Hugin stóð seg væl, men tað hevði verið gott við Teiti sum makkara/avloysara í løtum, og móti Eysturríki leygarkvøldið gjørdi Teitur Bogason eisini gagn av sínari orku.

Hann skoraði fimm mál, screenaði væl og tók nógva ábyrgd í góðum verjuavriki, har Teitur dekkaði í miðverjuni stóran part av 26-26 dystinum.

Sí eisini: Føroyar stríddu seg til javnleik og spældu seg víðari

Teitur Bogason varð javnsettur føroyskur toppskjútti saman við Boasi Ellefsen á Skipagtøtu. Av strikuni skoraði nummar 80 fimm av sínum seks skotum, og varð spælarin úr Kyndli heiðraður sum dagsins spælari hjá Føroyum eftir dysti.

Sí øll hagtølini her

[object Object]Teitur Bogason í fyrsta dystinum móti Finnlandi. Hann kann fáa stóran leiklut í miðumfarinum (Mynd: Dusan Sandic)

Í dag er hvílidagur í Beograd. Fyrri dysturin í miðumfarinum verður spældur í morgin, mánadagin 3. august klokkan 16 føroyska tíð. Dysturin sæst ókeypis á Portalinum við føroyskum frásøgufólki.

Sí eisini: Spæla móti Póllandi mánadagin - móti Danmark týskvøldið

U18 EM-endaspæl, bólkur III í miðumfarinum
1. Danmark 2 stig *
2. Spania 2 stig *
--------------------
3. Føroyar 0 stig 
4. Pólland

Hava stig við víaðri frá innanhýsis uppgerð í bólkaspælinum

Tvey lið ovastu liðini eru víðari til ovara miðumfari. Har eru Danmark og Pólland á skránni hjá Spania og Føroyum

1. umfar, mánadagin 3. august
16.00: Føroyar - Póllandi
18.30: Danmark - Spania

2. umfar, týsdagin 4. august
16.00: Pólland - Spania 
18.30: Føroyar - Danmark

Dystirnir hjá Føroyum kunnu síggjast ókeypis í Føroyum á Portalinum - og uttanlands við data (5G) um ein hevur føroyskt hald. Beinleiðis frásøgn hoyrist á FM1.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder