Fótbóltur

KÍ tók oddasessin aftur

Legði trýst á NSÍ við uppibornum 2-0 sigri á B36. Víkingur er nærri 3. plássinum eftir vend í Streymnesi, meðan AB er nærri Evropa enn niðurflyting eftir 3-2 sigurin á Skála.

Árni Frederiksberg aftur frá byrjan hjá KÍ, og Páll Klettskarð legði KÍ á odda við flottum máli eftir fimm minuttir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg aftur frá byrjan hjá KÍ, og Páll Klettskarð legði KÍ á odda við flottum máli eftir fimm minuttir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-02 17:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir teir fyrstu dystirnir í Meistaradeildini byrjaðu klokkan 15.

Fýra dagar eftir Champions League-vónbrotið byrjaði KÍ sum eitt óløgi: Eftir fimm minuttir fann Jóannes Kalsø Danielsen Páll Andrasson Klettskarð. B36 hevði nakrar støður fyri steðgin, har serliga Dávid Biskopstø Andreasen var nær við, tá hann rakti yvirleggjaran.

Men í 2. hálvleiki sat KÍ á tí mesta og kundi fingið nógv mál. Tað málið, ið kom, var flott: Vunnu bóltin á egnari hálvu, Páll legði bóltin av, Jean Carlos de Brito streyk avstað í vinstru og legði perfekt innfyri til Erlend Hustad. Norski áleyparin fekk møguleikan í dag og tók av. 2-0 og KÍ er frammanfyri NSÍ vegna málúrttøku, áðrenn NSÍ vijar Gundadal í annaðkøld.

Víkingur er bert eitt stig aftanfyri B36 nú. EB/Streymur legði seg annars á odda nærum beinanvegin í Streymnesi og hevði fleiri vandastøður, men Víkingur vann seg innaftur í dystin aftur. Sølvi Vatnhamar gagnnýtti málverjudropp beint eftir steðgin, og í 78. minutti legði Aron Benjaminsen perfekt horna inn í pannuna á Inga Arngrímsson.

Á Argjum var heimaliðið betri og vann týðandi sigur. Men finski dómarin, sum dømdi í sambandi við norðurlendska dómarasamstarvi kom í fokus. Hann dømdi tvey, pent sagt, bílig brotsspark til AB og kundi dømt eini tvey reyð kort - eitt hvør. AB stongdi so at siga hurðina, tá eitt korter var eftir, áðrenn Skála fekk tvey mál í yvritíðini. Men skálamenn í niðurflytingrstríðnum, meðan hin uppflytarin kann við 23 stigum hyggja uppeftir.

17. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Sunnudagin 2. august
AB - Skála 3-2 (2-0)
4' Ragnar Skála 1-0
31' Bjarki Nielsen, br. 2-0
76' Bjarki Nielsen, br. 3-0
90 (+3)' Jákup Pauli Frederiksberg 3-1
90 (+5)' Jákup Pauli Frederiksberg 3-2
Sí meira um dystin her

KÍ - B36  2-0 (1-0)
6' Páll Andrasson Klettskarð 1-0
49' Erlend Hustad 2-0
Sí meira um dystin her

EB/Streymur - Víkingur 1-2 (1-0)
2' Óli Eyðsteinsson Poulsen 1-0
48' Sølvi Vatnhamar 1-1
78' Ingi Arngrímsson 1-2
Sí meira um dystin her

17.15: B68 - 07 Vestur (FM1) - til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum

Klokkan 19.30 verður tikið samanum dagsins dystir í sendingini "3. Hálvleikur" á FM1.

Mánadagin 3. august
18.30: HB - NSÍ  (FM1)

Støðan: 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder