FBF: Samanlagt trý EM pláss og trý silvurheiðursmerki eru komin til høldar í tilsamans fýra EM-undankappingum í sandflogbólti í summar.
Ikki kann sigast annað enn, at EM undankappingarnar í sandflogbólti hava gingið sera væl í summar. Føroyskir leikarar hava luttikið í samanlagt fýra kappingum. U20 fyri bæði kyn og U18 fyri bæði kyn.
Samlaða úrtøkan fyri føroyskan sandflogbólt hevur verið trý EM pláss og 3 silvurheiðursmerki.
Í dag tryggjaðu Anna Katrina í Haraldstovu og Tova S. Nielsen sær silvurmerki eftir at tær taptu finaluna ímóti einum sera sterkum íslendskum liðið.
Tova S. Nielsen og Anna Katrina í Haraldstovu (Mynd: FBF)
Samstundis tryggjaðu tær Føroyum luttøku í U18 EM endsspælinum fyri gentir í 2027.
Júst sama støða er galdandi fyri Kaj Johannesen og Elias B. Jensen. Teir taptu finaluna ímóti Andorra, men tryggjaðu tó Føroyum EM luttøku í 2027 fyri U18 lið og teir tryggjaðu sær silvurheiðursmerki.
Kaj Johannesen og Elias B. Jensen (Mynd: FBF)
Fyri fáum vikum síðani tryggjaðu Maria Teresa Vitalis og Osla Johannesen eisini føroyska U20 luttøku í 2027.
Í vár setti Flogbóltssamband Føroya danan, Martin Olesen, í starv sum høvuðsvenjara fyri sandflogbóltin. Martin hevur drúgvar royndir og hevur millum annað vunnið EM við donskum U-lliðum. Arbeiði hjá Martin hevur borið ávøkst og sandflogbóltsluttøkan í ár hevur verið sera væl eydnað.
Komandi ár, skulu lið aftur til EM-undankappingar eins og tey skulu til sjálvar EM kappingarnar. Umframt hetta, skulu fýra føroysk lið luttaka á Oyggjaleikunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald