Fyrr í summar keypti SV Reid Samuel Johansen Chukwudi leysan úr finska SJK Seinajoki, og sunnudagin spældi 23-ára gamli miðverjin í 1. umfari í Bundesliguni í Eysturríki.
Samuel gjørdist fyrsti føroyingur í bestu eysturríksku deildini, tá hann byrjaði inni og spældi 90 minuttir í 1-1 javnleikinum í Lustenau.
Austria Lustenau legði seg á odda eftir 25 minuttir, men stutt seinni varð 1-1.
Samuel Chukwudi var annar av miðverjunum hjá Reid og hevur góð hagtøl og skoðsmál eftir fyrsta dystin í sterku deildini.
Næsta uppgáva er á heimavølli sunnudagin seinnapartin, tá siðbunna SK Rapid Wien vitjar Ried.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald