Hondbóltur

U18 EM: Føroyar spæla fyrsta dystinum í miðumfarinum klokkan 16

Portalurin vísir dystin, og frásøgnin hoyrist eisini á FM1. Føroyar hava tørv á tveimum stigum móti Póllandi.

(Mynd: Dusan Sandic)

(Mynd: Dusan Sandic)

2026-08-03 11:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar hava spælt seg víðari í U18 EM-endaspælinum, og nú bíðar miðumfarið.

Fyrsta uppgávan er Pólland, sum er tað veikara av mótstøðuliðnum - Danmark er í morgin. Pólland tapti við tólv málum á Danmark í bólkaspælinum.

Tvey ella trý lið koma víðari úr bólkinum. Um Føroyar skulu vinna seg í fjórðingsfinaluna er neyðugt við tveimum stigum í dag.

U18 EM-endaspæl, bólkur III í miðumfarinum

1. Danmark 2 stig *
2. Spania 2 stig *
--------------------
3. Føroyar 0 stig  **
4. Pólland 0 stig

*Hava stig við víðari frá innanhýsis uppgerð í bólkaspælinum
** Trý'arin kemur møguliga víðari

Tvey lið ovastu liðini eru víðari til ovara miðumfari. Har eru Danmark og Pólland á skránni hjá Spania og Føroyum

1. umfar,  í dag mánadagin 3. august
16.00: Føroyar - Pólland
18.30: Danmark - Spania

Dystirnir hjá Føroyum kunnu síggjast ókeypis í Føroyum á Portalinum - og uttanlands við data (5G) um ein hevur føroyskt hald. Beinleiðis frásøgn hoyrist á FM1.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder