Kappróður

Fyrsta heiðursløtan hjá Róðrarsambandi Føroya

Leygardagin vórðu ársins avrik, felag, eldsál og móttakari av Heiðursskjali Róðrarsambands Føroya heiðrað.

Heiðurin sum Ársins startur varð latin Havnarbátinum fyri framúrskarandi startin á Norðoyastevnu (Mynd: Jan Herman Hansen/Róðrarsamband Føroya)

Heiðurin sum Ársins startur varð latin Havnarbátinum fyri framúrskarandi startin á Norðoyastevnu (Mynd: Jan Herman Hansen/Róðrarsamband Føroya)

2026-08-03 16:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin undan ársins róðrarveitslu var fyrsta heiðursløtan hjá Róðrarsambandi Føroya, har ymiskir heiðrar vórðu latnir.

Á heiðursløtuni vórðu ársins avrik, felag, eldsál og móttakari av Heiðursskjali Róðrarsambands Føroya heiðrað.

– Endamálið við heiðursløtuni var at varpa ljós á tey mongu avrikini, sum mynda føroyskan kappróður – bæði tey, sum síggjast á fjørðinum, og tey, sum verða skapt við trúføstum arbeiði í feløgunum og av teimum mongu sjálvbodnu, skrivar Róðrarsamband Føroya.

Hesi vórðu heiðrað

  • Ársins startur – Havnarbáturin
  • Ársins áralag – Fípan Fagra, 5-mannafør kvinnur
  • Ársins comeback – Strálan, 6-mannafør menn
  • Ársins endaspurtur – Ormurin Langi
  • Ársins felag – Froðbiar Sóknar Róðrarfelag
  • Ársins eldsál – Sonja Kjølbro
  • Heiðursskjal Róðrarsambands Føroya – Hans Petur Hansen

Meira um heiðrarnar kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder