Tá 54 minuttir og 13 sekund vóru á klokkuni í Beograd, skoraði Pólland til 33-28.
Harvið sá tað meira enn tungt út hjá føroysku U18-dreingjunum, men við frálíkum hugburði, einari ágangandi álopskendari verju við Axeli Holm Simonsen og Hugin Halgirsson á odda, bjargingum frá Micah Wardum Ragnarsson, fiskaðum bóltum og tryggum málum, vendu Føroyar tí.
Tað var á ótrúligan hátt, tí tá seks sekund vóru eftir sá tað út til at vera farið. Pólland hevði bóltin og eitt fríkast á egnari hálvu, men Jónas Fossabrúgv, ið hevði skorað fleiri frálík mál, fiskaði bóltin. Yngsti maður á liðnum fann Brandur Debes Dánialsson, sum var púra kaldur.
Kyndils-spælarin var komin inn og gjørt stóran mun við at dekka væl og ágangandi langt frammi á vøllinum. Nú skoraði hann til 35-35 við seinasta skotinum í dystinum, og so var føroyskur fagnaður.
Sí løtuna ovast - har serliga Tormóður Djurhuus er á gosi
Eitt stig móti Póllandi er ógvuliga flott - serliga eftir umstøðunum. Tað ger eisini, at Føroyar enn kunnu koma víðari til fjórðingsfinalurnar.
Danmark bíðar í morgin, týsdagin 4. august, klokkan 18.30. Portalurin vísir dystin ókeypis og við føroyskum frásøgufólki, og frásøgn hoyrist eisini á FM1.
U18 EM-endaspæl, bólkur III í miðumfarinum
1. Danmark 2 stig *
2. Spania 2 stig *
--------------------
3. Føroyar 1 stig **
4. Pólland 1 stig
*Hava stig við víðari frá innanhýsis uppgerð í bólkaspælinum
** Trý'arin kemur møguliga víðari
Tvey lið ovastu liðini eru víðari til ovara miðumfari. Har eru Danmark og Pólland á skránni hjá Spania og Føroyum
1. umfar, í dag mánadagin 3. august
Føroyar - Pólland 35-35 (16-15)
18.30: Danmark - Spania
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald