Føroyingarnir tryggjaðu sær javnleik í evstu løtu móti Póllandi í gjár, og í kvøld verður farið eftir EM-fjórðingsfinalu.
Sí hendingina og dramatisku seinastu løtuna hjá Føroyum móti Póllandi (35-35) niðanfyri:
Forðingin er Danmark, sum longu hevur tryggjað sær pláss millum tey fremstu átta. Talan verður tó um risa avbjóðing hjá Føroyum, tí danir hava vunnið allar dystirnar og hava eina rúgvu av evnaríkum spælarum.
Les eisini: U18 EM: Nú er Danmark forðingin fyri føroyskari fjórðingsfinalu
Føroyar hava tó eisini víst sínar dygdir, og ein sigur móti Danmark verður avgerandi. Um so er at Føroyar ikki tapa ov stórt, so ber eisini til at koma víðari sum ein av bestu trý'arunum.
Portalurin vísir dystin - ókeypis og við føroyskari frásøgn. Julian Johansen, sum hevur vunnið á Danmark sum venjari, verður viðmerkjari, og Agnar Prestá sigur frá. Til ber eisini at lurta á FM1. Hetta frá klokkan 18
Video: Yngsti føroyski spælarin í Beograd ger bart
U18 EM-endaspæl, bólkur III í miðumfarinum
Støðan undan seinasta umfari:
1. Danmark 4 stig *
2. Spania 2 stig
--------------------
3. Føroyar 1 stig
4. Pólland 1 stig
* Víðari
Tvey tey ovastu liðini eru víðari til fjórðingsfinaluna. Møguliga 3. plássið er nóg mikið, tí tveir teir bestu trý'arnir koma víðari
Í dag, týsdagin 4. august
16.00: Pólland - Spania
18.30: Føroyar - Danmark
Til ber at síggja dystin millum Føroyar og Danmark ókeypis á Portalinum, um ein er staddur í Føroyum - ella við data (5G uttanlands). Vit byrja at senda klokkan 18.15, og tað verður við Julian Johansen sum viðmerkjara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald