Fótbóltur

KÍ spælir klokkan 18 í Póllandi - NSÍ spælir klokkan 19.30 í Sveis

Tey bæði ovastu liðini í Meistaradeildini spæla í morgin, hósdagin, í 3. umfari í ávikavist Europa League og Conference League. Talan er um ógvuliga torførar útiuppgávur.

Marius Kryger Lindh var við at senda NSÍ víðari tvær ferðir. Nú bíðar higartil størsta uppgávan hjá NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Marius Kryger Lindh var við at senda NSÍ víðari tvær ferðir. Nú bíðar higartil størsta uppgávan hjá NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-05 17:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ er í nú í Europa League, meðan NSÍ framvegis er í Conference League. Bæði liðini spæla fyrra dystin í 3. umfari hóskvøldið - í báðum førum er talan um ógvuliga torførarar útidystir.

Pólsku meistararnir taka ímóti føroysku meistarunum á stóra leikvølli sínum klokkan 18 føroyska tíð, og NSÍ spælir móti Lugano í Sveis klokkan 19.30.

Bæði liðini skulu royna at fáa brúkiligt útgangsstøði við til heimadystirnar 13. august.

3. umfar í Europa League, fyrri dysturin
Hósdagin 6. august
18.00: Lech Poznan (Pólland) - 

Sí eisini: KÍ'arnir farnir við leiguflogfari til stóru uppgávuna

3. umfar í Conference League, fyrri dysturin
Hósdagin 6. august
19.30: Lugano (Sveis) - NSÍ

Sí eisini: Petur Knudsen: - Skulu á besta hátt finna orkuna til at spæla so tættar dystir

Mest sannlíkt verða dystirnir stroymdir. Til ber í øllum førum til at fylgja við ovast á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder