Fótbóltur

NSÍ skal royna at halda evropeiska stiman í Sveis

Síðstu vikurnar hevur liðið tvær ferðir vunnið á fantastiskan hátt í nógvum hita. Nú harðnar Conference League-mótstøðan, og NSÍ er uttan leikbannaða Petur Knudsen. Lugano - NSÍ byrjar klokka 19.30 og kann stroymast.

Megnar NSÍ aftur at fáa stórt úrslit á útvøll ? (Mynd: Sverri Egholm)

Megnar NSÍ aftur at fáa stórt úrslit á útvøll ? (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-06 10:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eina viku eftir nærum ótriligu vendina og stóra drama'i í Slovenia, við einum tapi móti HB ímillum, skal NSÍ aftur standa á evropeiska pallinum; í torførum umstøðum á útivølli.

Hetta hevur liðið hjá Sigurdur Ragnar Eyjólfsson megnað meistarliga væl tvær ferðir í summar. Á Malta og í Slovenia og nú bíðar størsta uppgávan higartil: Lugano í Sveis. Ikki nakar evropeiskur risi, men eitt sterkt lið frá deild, sum er á væl hægri stigi enn tann føroyska og nakað hægri enn tann slovenska. 

Sí styrkislistan her

Hesaferð verður uppgerðin byrjað á útivølli. Aftur nú vera higastigini um tey 30, tá dystur hjá NSÍ fer í gongd. Men tað fer nakað niður út ímóti klokkan 21 og síðani 22 lokala tíð, og luftin er ikki eins slavin, sum serliga á Malta - og grasið man vera betri enn í teimum báðum seinastu Conference League-útidystinum higartil hjá NSÍ.

Hetta er fyrstu ferð, at felagið er umboðað í einum 3. umfari í Evropa. Nú er alt bara bonus hjá NSÍ, og at vinna FM man hava hægri raðfesting enn Evropa. Men nú skal undirtippaða liðið royna at fáa gott útgangsstøði við til dystin í Føroyum.

Hetta skal NSÍ gera uttan Petur Knudsen, sum hevur leikbann vegna trý gul kort í fýra evropeiskum dystum í ár. Aðrir eru nakað ivasamir við snuddum, og sum heild er talan um heldur tunnan hóp í løtuni. Tó er Emil Weihe Joensen nú tøkur aftur í Conference League eftir leikbannið seinast.

[object Object]
Petur Knudsen er ikki tøkur í kvøld...

[object Object]Emil Weihe Joensen varð útvístur í fyrra dystinum móti Koper í 2. umfari - men nú er dugnaligi miðvallarin tøkur aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Dysturin í Lugano byrjar klokkan 19.30 føroyska tíð. Til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum. Hann kann stroymast her

3. umfar í Conference League, fyrri dysturin
Hósdagin 6. august
19.30: Lugano (Sveis) - NSÍ

Stroyming: rsi.ch ella onefootball.com

Sí eisini: Petur Knudsen: - Skulu á besta hátt finna orkuna til at spæla so tættar dystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder