Nivi Olsen, grønlendska landsstýriskvinnan – Naalakkersuisoq – við ítróttamálum umframt mentan, útbúgving og kirkju, vitjaði í gjár í Godthåbhallen í Nuuk, har hon var við til venjing saman við Eydnudeild Føroyar og Lykkeliga-liðnum NúK All Stars.
Eydnudeild Føroyar, sum er eitt hondbóltstilboð fyri børn og ung við serligum tørvi, er í løtuni á vitjan í grønlendska høvuðsstaðnum. Vitjanin er frá 3. til 10. august, og her skulu føroysku eydnudeildarleikararnir vitja grønlendskar leikarar og styrkja felagsskapin gjøgnum ítróttina, skrivar heimasíðan hjá grønlendska heimastýrinum.
- Tað var ein stór gleði at hitta leikarar úr bæði Føroyum og Grønlandi og uppliva teirra áhuga og felagsskap. Ítrótt kann skapa gleði, sjálválit og sterk sambond. Øll børn og ung skulu hava møguleika fyri at vera partur av einum felagsskapi og uppliva, at teirra styrkir verða virðismettar, sigur Nivi Olsen við heimasíðuna.
32 eru við í ferðalagnum hjá Eydnudeildini í Nuuk í hesum døgum - 10 leikarar umframt venjarar og fylgjarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald