Føroyar taptu í dag 33-35 fyri Norðurmakedónia og skulu harvið spæla um 13. - 16. pláss í U18 EM-endaspælinum næstu dagarnar.
Fyrri dysturin av hesum, og annar av eftirverandi møguleikunum at tryggja sær pláss í U19 HM næsta ár, verður fríggjadagin klokkan 11.
Tá bresta Føroyar og Svøríki saman í serbiska høvuðsstaðnum.
Umframt atgongumerki til enn eitt endaspæl, eru týðandi stykisstig uppá spæl. Um hetta skal eydnast, skulu Føroyar spæla betri enn móti Norðurmakedónia í dag.
Sí eisini: U18 EM: Fýra reyð kort og tvey-máls tap
Sviar taptu fyri Portugal í dag og munnu síggja seg sum favorittar móti Føroyum.
Portalurin vísir dystin - ókeypis og við føroyskum frásøgufólki. Hann sæst í Føroyum og uttanlands við data (5G), um ein hevur føroyskt hald. Til ber eisini at lurta á FM1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald