Fótbóltur

KÍ kemur aftur til Føroya við brúkiligum fyritreytum

Tó kunnu føroyameistararnir iðra seg um, at pólsku meistararnir skoraðu einasta málið í Poznan eftir mistak í verjuni tíggju minuttir fyri leiklok. Tí annars var KÍ-liðið vælskipað og skapti nakrar vandastøður - seinni dysturin verður spældur á Tórsvølli um eina viku.

Árni Frederiksberg var aftur frá byrjan í Evropa fyri KÍ - og hann gjørdi mun. Millum annað rakti 7' arin yvirleggjaran við hornasparki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg var aftur frá byrjan í Evropa fyri KÍ - og hann gjørdi mun. Millum annað rakti 7' arin yvirleggjaran við hornasparki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-06 20:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Uppgerðin millum KÍ og Lech Poznan er framvegis á lívi eftir fyrra dystin í 3. umfari í Europa League.

Pólsku meistararnir vóru annars stórfavorittar áðrenn, men teir á heimaliðnum megnaðu sum heild ikki serliga væl at skapa stórar møguleikar móti KÍ. Til tað vóru greipuvinnararnir ov vælskipaðir, hartarbeiðandi og snildir, og spældi KÍ sum ein heild ein ógvuliga góðan evropeiskan útidyst.

Í nøkrum støðum glapp tó, og tað varð revsað einaferð.

Tað var málleyst í 80 minuttir í Póllandi. Men so fór Gaston Tellechea púra óneyðugt fram fyri at royna at vinna bóltin. Í staðin varð bólturin lyftur um verjuketuna, har argentinin vantaði, og Yannick Agnero rann í holið. Áleyparin úr Fílabeinsstrondini var ísakaldur, tá hann slapp at renna einsamallur móti málinum. Tað hjálpti eisini, at Mark Jensen, sum annað var stinnur í málinum hjá KÍ, gleið í støðuni.

Harvið hevur Lech Poznan fyrimunin undan dystinum í Føroyum, sum verður spældur um eina viku - hósdagin 13. august. Útivallarmál eru ikki galdandi longur, KÍ tapir ógvuliga sjálvdan á heimavølli í Evropa, og hóast sterk mótstøða sá hon ikki ræðandi út í dag.

KÍ skapti sínar støður í dystinum, hóast spælið við bóltinum ikki var í miðdeplinum og gjørdist stirvið og trupult í løtum. Men KÍ'arnir vístu seg eisini sum kaldar, og har var Mansour Sinyan á miðjuni ein lykil.

Árni Frederiksberg var eisini aftur frá byrjan í Evropa, og hann gjørdi mun í spælinum og sanniliga eisini við deyðbóltum. Har vóru onkrir vandamiklir, og einaferð rakti 7'arin tvørtræðið við hornasparki. Páll Andrasson Klettskarð var eisini nær við at stýra bóltin í netið tvær ferðir - seinnu ferðirnar fekk pólski málverjin júst handskarnar ár.

0-1 og einki er yvirstaðið enn í hesari uppgerðini, har KÍ vísti tenn í trupla útidystinum. Nú bíðar avgerðin á Tórsvølli - áðrenn tað skal liðið hjá Magnusi Powell spæla móti HB (mánadagin 10. august)

3. umfar í Europa League, fyrri dysturin
Í dag, hósdagin 6. august
Lech Poznan (Pólland) - KÍ 1-0
81' Yannick Agnero

Sí meira um dystin her

Dagført: 20.29

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder