Skal EB/Streymur fyribils sleppa nakað frá botnstríðnum, ella skal 07 Vestur gera tað uppaftur tættari.
Hetta fáa vit svar uppá á Sørvági í kvøld, tá 07 Vestur og EB/Streymur spæla fyrsta dystin í 18. umfari í Meistaradeildini.
![]()
07 Vestur og EB/Streymur spæla oftast tættar, og eisini undirhaldandi, dystir (Mynd: Jóanis Albert Nielsen)
18. umfar í Meistaradeildini
Fríggjadagin 7. august
18.30: 07 Vestur - EB/Streymur
Sunnudagin 9. august
15.00: Víkingur - B68
Mánadagin 10. august
18.30: KÍ - HB
19.00: NSÍ - Skála
FM1 sigur frá øllum dystunum og til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum
B36 vann 1-0 á AB í framskundaða dystinum millum liðini á ólavsøku
Støðan
FM1 ger nógv burturúr dystinum í kvøld.
Frá klokkan 17.15 senda vit beinleiðis úr Sørvági, har Trygvi Absalonsen, Jóhan á Mýrini og Fróði Reinert Petersen fara at hita upp, tosa um kappingina sum heild og hyggja eitt sindur eftir evropeisku avrikunum hja KÍ og NSÍ í gjár.
Sjálvur dysturin byrjar klokkan 18.30, og hann verður eisini at hoyra á FM1 við Trygva Absalonsen sum frásøgumanni.
Til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald