Í 2022 sló Óli Mittún av álvara sítt navn fast á stóra hondbóltspallinum. Hann hevði longu gjørt vart við seg á greipuvinnandi besta mansliðnum hjá H71, spælt ungdómslandsdystir saman við eldru árgangunum og gjørt tað framúr væl - verið við at vunnið Føroyum endaspælspláss og vunnið á Danmark í U20 EM.
Men tá tann tá 17-ára gamli hoyvíkingurin fór til U18 EM í Montenegro, við sínum "egnu árgangunum", blásti hann veruliga alt um koll og fekk stórt uppmerksemi í altjóða hondbóltsheiminum: Frálíkt og brúsandi spæl, toppskjútti í hvørjum dysti, samanlagt 80 mál í sjey dystum og kosin mest virðismikli spælarin í í kappingini.
Føroyar endaðu nummar 9 av 16 liðum í fyrsta U18 endaspælinum í søguni, við Óla Mittún á odda.
![]()
Óli Mittún fekk nógvar verjur at skelva á summri 2022.. Nummar 78 skoraði í miðal millum 11 og 12 mál í hvørjum dysti fyri Føroyar (Mynd: EHF)
Áðrenn tað triðja U18 EM-endaspælið á rað hjá Føroyum var greitt, at Boas Ellefsen á Skipagøtu fór at hava líknandi stóran leiklut sum systkinabarnið - og sum elsti beiggin Elias - hava havt á øðrum ungdómslandsliðnum.
Og ársins spælari í føroyskum manshondbólti sum bert 16-ára gamal, hevur eisini gjørt bart í Beograd.
Hann tekur eina rúgvu av avgerðum og eisini skotum. Onkutíð kiksar, men sum heild hevur Boas Ellefsen á Skipagøtu spælt eina stóra kapping, har Føroyar hava verið væl við í øllum dystunum og fingið stig í trimum teirra.
Móti Svøríki í dag skeyt nummar 14 hjá Føroyum 15 mál, harav 9 trygg brotskøst, samstundis sum Boas á Skipagøtu aftur átti nógv góð upplegg.
Sí eisini: Júst ov stuttir móti Svøríki
![]()
Dagsins spælari í tepra tapinum móti Svøríki: Nummar 14 við millum annað 15 málum (Mynd: Nikola Cimburovic)
Við máltalinum í dag, hevur Boas Ellefsen á Skipagøtu nú skotið 83 mál í teimum sejy dystunum higartil í Serbia.
Hetta er eitt miðaltal á beint yvir 12 hjá 16-ára gamla hoyvíkinginum, sum er í yngra árganginum: Flestu spælararnir í EM-endaspælinum eru føddir í 2008 ella 2009.
Harvið er dugnaligi spælskiparin nú trý mál frammanfyri syskinabarnið Óla, í mun til U18 EM og hevur tikið Mittún-metið fyr hesa kappingina.
Óli hevur tó áður skorað fleiri mál í einum endaspæli: Hetta var í U19 HM í 2023, tá hann skeyt 87 mál í átta dystum - og Føroyar endaðu nummar átta.
Kann gerast EM-toppskjútti
Boas er í harðari kapping við Yonathan Pelach úr Ísrael um toppskjúttaheitið í endaspælinum. Pelach hevði 75 mál undan dystinum móti Eysturríki, sum Ísrael spælir ímóti í løtuni
Teir báðir fara helst at kappast til tað seinasta sunnudagin, tá seinastu dystirnir eru á skránni í Serbia, og Føroyar spæla móti Serbia ella Póllandi fyri at tryggja HM-pláss til næsta ár (U19).
Nú 24 lið eru við í U18 EM, spæla øll liðini átta dystir. Um Boas á Skipagøtu fylgir sínum miðaltalið, so fer hann at liggja mitt í 90'unum fyri endaspælið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald