2026-08-07 15:02
Í hesum døgum er EM í svimjing á skránni í París, har fýra svimjarar umboða Føroyar.
Teir eru Heini Mohr Askam og Líggjas Joensen úr Ægir, og Ísak Brisenfeldt og Silas Dam Lindberg úr Havnar Svimjifelag.
Petur Heðin á Fløtti er venjari á ferðini, og Sabina Poulsen er ferðaleiðari, skrivar Svimjisamband Føroya.
EM í París er frá 7. til 17. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald