Fýra svimjarar umboða Føroyar í EM í svimjing í París, sum byrjar í morgin.
Teir eru Heini Mohr Askam og Líggjas Joensen úr Ægir, og Ísak Brisenfeldt og Silas Dam Lindberg úr Havnar Svimjifelag.
Teir megnaðu allir at svimja seg til yvir 700 aqua-stig og tískil vórðu teir úttiknir av Svimjisambandi Føroya.
Teir svimja innleiðandi næstu dagarnar. Skráin er:
- Mánadag 10. august:4x200 frí
- Týsdag 11. august:800 frí: Líggjas og Heini
- Mikudag 12. august:100 firvald: Isak
- Hósdag 13. august:200 frí: Allir OG 4x100 frí
- Fríggjadag 14. august:50 bringa: Heini
200 firvald: Isak
1500 frí: Líggjas - Sunnudag 16. august:400 frí: Heini, Líggjas, Silas
4x100 blandað sunnudagin.
Innleiðandi byrjar klokkan 8.30 føroyska tíð, og kappingin kann stroymast á eurovision sport, skrivar Svimjisamband Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald