Hondbóltur

U18 EM: Pólland fór frá Føroyum og tók HM-plássið

Føroyar spældu frálíkan álopshondbólt fyri steðgin og vóru á odda, men verjuparturin riggaði als ikki nóg væl, og seinastu 15 minuttirnar mistu føroyingar veruliga takið. Harvið eitt 16. pláss í EM - møguliga tað røkkur til HM næsta ár, men í trimum royndum eydnaðist ikki at endaliga tryggja tað.

Føroyar vóru við yvirlutan í 1. hálvleiki, hingu í fyrra helming av 2. hálvleiki, men póllenidngar omanár (Mynd: Nikola Cimburovic)

Føroyar vóru við yvirlutan í 1. hálvleiki, hingu í fyrra helming av 2. hálvleiki, men póllenidngar omanár (Mynd: Nikola Cimburovic)

2026-08-09 13:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar løgdu út sum eitt óløgi í seinasta dystinum í Beograd. Eftir tveir og ein hálvan minutt var 4-1, og størsta partin av 1. hálvleiki var álopsspælið ógvuliga flott.

Yngsti maður Jónas Fossabrúgv var støðug hóttan við sínaferi ferð og snildni: Hann brendi ikki eitt skot fyrstu 40 minuttirnar og vann fleiri brotskøst. Boas Ellefsen á Skipagøtu stjórnaði spælinum væl og var tryggur við serliga brotskøstum, strikurnar løgdu røttu screeningarnar, og liðskiparin Gabriel Skeel Árnason tók nógvar góðar avgerðir.

Millum annað fann bakkurin vanliga Kyndils-liðfelgan, Teit Poulsen Hellisdal, væl nakrar ferðir, og hetta var gott hugskot Teitur Poulsen Hellisdal hevði ein frálíkan dyst á vinstra vongi við tíggju málum, harav fleiri snildum við skrúu. Hann var sannførandi og vísti, hví tað onkutíð er missur, at Føroyar mugu hugsa um útskiftingar til verjuna í tí  - Teitur hevur í flestu dystum bert spælt ein hálvleik.

Í 1. hálvleiki vóru Føroyar tað betri og við nakað fleiri marginalum, hevði munurin verið størri enn eina málið. Men Pólland vísti seg skjótt sum trygt í skotum - eftir 12 minuttir var 9-9, og eftir steðgin vóru póllendingar omaná.

Føroyar høvdu sum heild stórar avbjóðingar í verjuni. Bjargingar vantaðu so at siga allan dystin, men fyritreytirnar vóru ikki tær bestu hjá málverjunum.

Pólland byrjaði betri eftir steðgin og lá eina løtu við leiðslu á 2-3 mál. Eftir 44 og ein hálvan minutt javnaðu Føroyar til 28-28, men so knekkaði dysturin. Skjótt vóru fýra mál á muni, og tað var selriga vegna teknisk mistøk hjá føroyingum, at pólski málverjin tók nakað meira, og framhaldandi trupulleikar við føroyska verjuspælinum.

Pólland spældi eisini góðan hondbólt í dag og vann 41-35, hóast føroyingar gjørdu eina atsókn seinastu løtuna. Eyka orka var ikki í tanganum, og sannast mátti, at heldur ikki í dag tók U18-liðið av møguleikanum at tryggja topp-15 og harvið endaliga HM-pláss til næsta ár. Tað vann Pólland sær ístaðin.

Hesir árgangirnir kunnu tó koma til U19 HM næsta ár við at fáa eitt av tveimum tøkum wildcard-plássum; okkurt kann eisini koma afturat. Teir megnaðu so at spæla seg víðari úr bólkinum í fyrsta endaspælinum, men tað er ikki koppa til Føroyar í seinastu dystunum; har hevur vantandi neyvleiki verið í summum støðum.

18 EM - dystur um 15. pláss (og HM-pláss næsta ár)
Sunnudagin 9. august
Føroyar - Pólland 35-41 (19-18)

Dystargongdin: 
5 min: 4-3
10 min: 7-6
15 min: 11-10
20 min: 15-13
25 min: 17-16
30 min: 19-18
35 min: 22-24
40 min: 25-27
45 min: 28-29
50 min: 29-33
55 min: 31-36
60 min: 35-41

Toppskjútti: Boas Ellefsen á Skipagøtu 11 mál

Dagsins spælari: Teitur Poulsen Hellisdal (10 mál)

Sí fleiri hagtøl her

Til ber at síggja allan dystin her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder