Altjóða fótbóltssamgongan, Fifa, ger eitt stórt mistak, um tey umhugsa at skifta Gianni Infantino út sum forseta fyri samgonguna.
Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, í einum boðum á miðlinum Truth Social.
- Fifa ger eitt ræðuligt mistak, um tey onkursvegna umhugsa at skifta Gianni Infantino, forseta, út. Hann er fantastiskur, og hevur júst staðið á odda fyri mest væleydnaðu HM-kapping nakrantið – faldað við fýra. Um hann er burtur, koma vit ongantíð at uppliva eina eins væleydnaða og gevandi kapping aftur!, skrivar hann.
Stuðulin frá Trump er í andsøgn til amerikanska fótbóltssambandið, U.S. Soccer, sum í gjár fanst at Fifa-forsetanum í eini fráboðan.
Fráboðanin var send út saman við kanadiska fótbóltssambandinum, Canada Soccer, og sambondunum í Miðamerika og Karibia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald