Fótbóltur

Video: Áki Samuelsen og Mjallby høvdu sínar møguleikar

Men Mjällby er úti av Champions League eftir tapið í Slovakia. Føroyski vongurin hevði góða støðu fyri svenska liðið tíðliga í dystinum - hæddarpunkt síggjast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-08-12 09:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mjällby skal spæla deildarspæl í heyst og í vetur. Spurningurin nú er bara, hvat um tað verður í Europa League ella í Conference League.

Í 3. umfari í Champions League endaði tað við tveimum tapum og samanlagt 4-1 til Slovan Bratislava, og harvið skulu svensku meistararnir nú niður í Europa League.

Tað var 2-1 til Slovan eftir dystin í Svøríki, og Slovan vann aftur í seinna dystinum.

Áki Samuelsen skoraði tvey mál, tá Mjällby spældi seg víðari í 2. umfari. Føroyski vongurin spældi allan dystin í Slovakia týskvøldið, og var hann nær við at skora eftir ellivu minuttir. Renningin hjá havnarmanninum var røtt og góð, men skotið fór stutt framvið.

Sí møguleikan og hæddarpunkt ovast ella á Youtube

Mjällby kundi lagt seg á odda og javna samanlagt í øðrum støðum, men við flottum máli tíðliga í 2. hálvleiki økti Slovan Bratislava til 3-1 samanlagt, og heimaliðið fekk eisini eitt mál afturat.

4-1 samanlagt, og í røkkstøkkumfarinum í Europa League (play-off) skal Mjällby eftir øllum at døma spæla ímóti Benfica: Ein stór uppgáva hjá føroyingafelagnum. Martin Agnarsson kom eisini á vøllin í gjár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder