Tað at lenda í Føroyum við leiguflogfari dagin fyri ein evropeiskan dyst, sær ikki út til at rigga serliga væl hetta summarið.
Hóast rutuflogførini eru lend í Vágum í dag, sær út til at vera mett, at Boing-leiguflogfarið hjá Lech Poznan ikki hevur serliga góðar fyritreytir fyri at lenda.
Sí eisini: Nú lenda flogfør aftur - pólska liðið farið úr Poznan
Tað fór úr Póllandi sum ætlað, beint eftir klokkan átta okkara tíð. Men eftir at hava flogið í ring vestan fyri Noreg eina góða løtu - mest sannlíkt fyri at bíða eftir betri líkindum í Vágum - valdi tað at fara til Bergen.
![]()
Myndir: flightradar24.com
Sambært heimasíðuni, verður einki annað flogfar í heiminum verður fylt í so stóran mun, sum leiguflogfari hjá Comlux Malta.
Spurningurin er, um tað fær settt seg í Føroyum í dag - í gjár fóru póllendingar ikki eingongd úr Póllandi. Nú verður farið inn til Bergen at bíða.
Dysturin millum KÍ og Lech Poznan stendur at byrja klokkan 18.30 á Tórsvølli. Tað er sum skilst gjørligt at útseta dystin til seinni í kvøld, um so teir hjá Lech Poznan lenda seinnapartin.
Annars fer UEFA at útseta dystin til í morgin, fríggjakvøldið. Og so mugu broytingar gerast í heimligu kappingini.
Dagført: 10.57
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald