Portalurin stroymir allar dystirnar í Wenzel Nordic Cup, sum verður spælt í kvøld hósdag, fríggjadagin og sunnudagin.
Klokkan 18 í kvøld fer venjingarkappingin í gongd við Tjarnir og tað verður við dysti millum íslendska meistaraliðið Valur og GOG úr Danmark. Við Vali spæla Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi, og við GOG spælir Óli Mittún.
Klokkan 20 verður tað Elias Ellefsen á Skipagøtu móti barndómsfelagnum H71, við millum annað yngsta beiggjanum Boasi Ellefsen á Skipagøtu.
Sí eisini: Landsliðsspælarar koma til landið at spæla ímóti H71 og hvørjum øðrum
Tormóður P. Djurhuus tekur sær av frásøgnini alt vikuskiftið, og tað verður á enskum at frásøgnin verður. Hetta so at fjepparar hjá útlendsku gestunum kunnu fylgja við.
Eisini verður møguligt at fylgja dystunum á livescore-tænastuni ovast á Portalinum.
Stroymingin verður tøk á Portalinum stutt undan dystarbyrjan.
Skráin fyri Wenzel Nordic Cup
Hósdag 13. august
18:00 Valur-GOG
20:00 H71-THW Kiel
Fríggjadagin 14. august
18:00 Valur-THW Kiel
20:00 H71-GOG
Sunnudagin 16. august
13:00 GOG-THW Kiel
15:00 H71-Valur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald