Annað

Móttøka í sambandi við aðalskrivaraskifti

Seinnapartin í morgin hevur ÍSF fráfaringarløtu fyri Petur Mittún og móttøku fyri Maritu Debess Magnussen.

Marita Debess Magnussen tók við sum ÍSF-aðalskrivari 1. mai (Mynd: ÍSF)

Marita Debess Magnussen tók við sum ÍSF-aðalskrivari 1. mai (Mynd: ÍSF)

2026-08-13 18:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ítróttasamband Føroya bjóðar til fráfaringarløtu fyri Petur Mittún og móttøku fyri Maritu Debess Magnussen, sum hevur tikið við sum aðalskrivari í ÍSF. 

Móttøkan verður í morgin, fríggjadagin 14. august frá klokkan 15 til 18 í ÍSF húsinum á Eystaru Bryggju 30. 

Petur Mittún hevur í sínum starvi sum fyrsti aðalskrivari í Ítróttasambandi Føroya lagt nógv fyri í føroyskum ítrótti, og við fráfaringarløtuni vil ÍSF takka honum fyri hansara arbeiði og íkast gjøgnum árini. Samstundis vil starvsnevndin bjóða Maritu Debess Magnussen vælkomnari í starvið og geva samstarvsfeløgum, sambondum og øðrum høvi til at heilsa upp á nýggja aðalskrivaran. 

Elin H. Joensen, ÍSF-forset býður vælkomin klokkan 15.30. ÍSF er vertur við ábiti og onkrum góðum afturvið. 

[object Object]Petur Mittún hevur tikið við sum vinnukundastjóri á Føroya Tele (Mynd: ÍSF)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder