Eftir tríggjar hálvleikir móti einum av bestu sveisisku liðunum, livir NSÍ framvegis væl í vónini um at spæla seg víðari til røkkstøkk-umfarið í Conference League.
Tað endaði 2-0 til Lugano í Sveis í síðstu viku. Tískil var týðandi hjá NSÍ at fáa fyrsta málið í Klaksvík. Og tað er eydnast.
Michal Przybylski hevði góðan møguleika tíðliga, og NSÍ skapti onkrar aðrar støður. Eftir 28 minuttir fann eyðsýndi Sammy Skytte Petur Knudsen við góðari sending. Petur rann væl innum høgra bakkinum hjá Lugano, trekti inn í brotsteigin og skoraði kalt: Flott mál.
Lugano hevur eisini havt sínar góðu royndir, tá tað er eydnast at komið ígjøgnum ella hálvt ígjøgnum annars tøttu NSÍ-verjuna. Men Tom Amos í málinum hevur nakrar ferðir verið væl fyri.
Harvið 1-0 og 1-2 samanlagt. Fær NSÍ eitt mál aturat liggur tað til longda leiktíð - eins og í 2. umfari móti Koper, tá liðið hjá Sigurdur Ragnari Eyðjólfsson vendi 0-2 frá fyrra dystinum.
Til ber at hoyra frásøgnina úr Klaksvík her
Conference League 3. umfar, seinni dysturin
Hósdagin 10. august við Djúpumýru
18.30: NSÍ - FC Lugano (1-0) - 1-2 samanlagt
29' Petur Knudsen (Sammy Skytte)
FM1 sigur frá dystinum,og til ber at fylgja við ovast á Portalinum.
Til ber eisini at stroyma dystin fyri eitt gjald her
Stroyming fyri eitt gjald er á /solidsport.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald