Eingin dystur í gjár men í dag sleppur Lech Poznan ikki undan: Pólska meistaraliðið skal á graslíki á Tórsvølli at verja leiðsluna frá fyrra dystinum í 3. umfari.
Sí eisini: KÍ-formaðurin: - Vit standa ógvuliga spyrjandi
KÍ spældi ein góðan evropeiskan útidysti í Poznan, men verjumistak í 80. minutti kostaði og gav pólsku meistarunum fyrimunin í uppgerðini.
Vinnarin av hesari uppgerðini kemur í røkkstøkkumfari í Europa League, tað seinasta áðrenn deildarspælið. Taparar í tí umfarinum enda í deildarspælinum í Conference League, og harvið tryggjar samanlagdi vinnarin í KÍ - Lech Poznan sær eitt evropeiskt deildarspæl.
Tískil nógv uppá spæl - ítróttarliga og fíggjarliga í kvøld - har KÍ skal vinna eftir 90 minuttir fyri at hava ein møguleika at koma víðari. Annars verða røkkstøkkdystir í Conference League á skránni næstu vikurnar.
Hallur Hansson er aftur eftir leikbann, og Gilli Rólantsson Sørensen, sum fór av vølli í 1. hálvleiki móti HB, spælir mest sannlíkt. Hinvegin eru Jákup Biskopstø Andreasen og Odmar Færø framvegis skaddir.
Sí eisini: Shaki: - Fantastiskt at vera á vøllinum aftur og fara av álvara eftir møguleikanum
FM1 sigur frá dystinum, og Fótbóltsskýlið verður eisini sent beinleiðis av Tórsvøll ifrá klokkan 17.15. Til ber at fylgja gongdini í evropeiska brakinum á Portalinum, og nógv annað tilfar av Tórsvølli verður á pallunum í kvøld
Europa League League 3. umfar, seinni dysturin
Hósdagin 13. august á Tórsvølli
19.00: KÍ - Lech Poznan (0-1)
Sí eisini: FM1: Fótbóltsskýlið og frásøgn av Tórsvølli í kvøld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald