Fótbóltur

Shaki: Fantastiskt at vera á vøllinum aftur - vit noyðast at gera nógv rætt

René Shaki Joensen fær ein leiklut í kvøld, tá KÍ skal royna at koppa Lech Poznan. Hoyr samrøðu her - FM1 sigur frá Europa League-dystinum, sum byrjar klokkan 19.

René Shaki Joensen hevur skorað til 1-0 í dystinum móti Neman Grodno í 3. umfari í Conference League. Talan var um dyst á Tórsvølli fyri einum ári síðani - fjølbroytti landsliðsspælarin er tøkur aftur fyri KÍ, og tað kann gerast týðandi (Mynd: Sverri Egholm)

René Shaki Joensen hevur skorað til 1-0 í dystinum móti Neman Grodno í 3. umfari í Conference League. Talan var um dyst á Tórsvølli fyri einum ári síðani - fjølbroytti landsliðsspælarin er tøkur aftur fyri KÍ, og tað kann gerast týðandi (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-14 13:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað var eitt sindur rørandi at vera á vølliunum aftur. Tá hevði eg verið úti í eini níggju mánaðir. Tað gongur væl, og eg havi spælt meira og meira fyri hvønn dystin.

Hetta sigur René Shaki Joensen, sum er komin á vøllin í trimum teimum seinastu dystunum hjá KÍ. Fjølbroytti landsliðsspælarin hevur sitið uttanfyri við trupulleikum í lærkrikanum og mjødnini alt 2026, og tað hevur verið hart.

Tað staðfesti 33-ára gamli havnarmaðurin, tá vit fingu orðið á hann eftir venjingina hjá KÍ á Tórsvølli mikudagin.

Har setti Shaki eisini orð á avgerandi Europa League-dystin, sum skuldi verða spældur í gjár, men sum er útsettur til í kvøld klokkan 19.

Sí eisini: Bráðvend eftir pólskt trýst: KÍ og Lech Poznan spæla fríggjakvøld heldur enn hóskvøld

Royndi spælarin, ið ofta er serliga eyðsýndur í slíkum stórum dystum, staðfestir, at KÍ hevði ein ringan dag á kontórinum móti HB mánadagin. Men møguleikin er avgjørt har móti Lech Poznan, um man ger tingini røtt og fær fjøldina við, sigur René Shaki Joensen.

Hoyr alla samrøðuna við René Shaki Joensen her

[object Object]
René Shaki Joensen skorar her til 1-0 í dystinum móti Neman Grodno í 3. umfari í Conference League. Talan var um dyst á Tórsvølli fyri einum ári síðani (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: FM1: Fótbóltsskýlið og frásøgn av Tórsvølli í kvøld

Europa League League 3. umfar, seinni dysturin
Hósdagin 13. august á Tórsvølli
19.00: KÍ - Lech Poznan (0-1)

Til ber at lurta á FM1 og fylgja við ovast á Portalinum. Dysturin sæst á tv.ki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder