Hondbóltur

Portalurin stroymir GOG - Kiel og H71 - Valur

Klokkan 13 bresta systkinabørnini Ellefsen á Skipagøtu og Mittún saman við Tjarnir, og klokkan 15 spæla føroysku meistararnir móti teimum íslendskur.

Óli Mittún og GOG hava vunnið á Vali og H71 - nú er størsta bitin á skránni: Týska stórfelagið THW Kiel (Mynd: Jens Kr. Vang)

Óli Mittún og GOG hava vunnið á Vali og H71 - nú er størsta bitin á skránni: Týska stórfelagið THW Kiel (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-08-16 10:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dagur í Wenzel Nordic Cup er her, og tveir dystir eru á skránni við Tjarnir.

Sunnudagin 16. august
13:00 GOG-THW Kiel
15:00 H71-Valur

Til ber at keypa atgongumerki á eventz.fo/wenzelnordiccup

Livescore og tøl síggjast ovast á Portalinum

Eisini ber til at síggja dystin millum liðini hjá Óla Mittún og Eliasi á Skipagøtu bresta saman í stroyming á Portalinum, og vit stroyma eisini uppgerðina millum Allan Norðberg, Bjarna í Selvindi og hinar hjá Vali móti H71.

Myndir: Barndómsfelagið hjá Óla Mittún bjóðaði GOG av í løtum

Les eisini: Mest spennandi dystirnir á skránni sunnudagin

Tormóður P. Djurhuus sigur frá saman við viðmerkjara. Hetta verður á enskum, tí nógvir hyggjarar eru eisini uttanfyri landoddarnar. Leinki kemur út á forsíðu okkara hálvan tíma fyri dystarbyrjan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder