Fótbóltur

Fyrsta umfar í seinasta triðinginum fer í gongd klokkan 15

FM1 sigur frá í Gundadali tá og í Sørvági klokkan 17.15 og tikið verður samanum í 3. hálvleiki klokkan 19.30. Hóast fýra rímiliga greiðir favorittar eru á pappírinum í dag, so hevur kappingin higartil lært okkum, at alt kann henda. Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum.

B68 vann á HB í 6. umfari - nú hevur HB vunnið fimm dystir á rað (Mynd: B68/Julia Tarancón Clementsen)

B68 vann á HB í 6. umfari - nú hevur HB vunnið fimm dystir á rað (Mynd: B68/Julia Tarancón Clementsen)

2026-08-16 11:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

19. umfar í Meistaradeildini hjá monnum er á skránni í dag og í morgin:

Í dag, sunnudagin 16. august
15.00: NSÍ - EB/Streymur
15.00: HB - B68 (FM1)

17.15: 07 Vestur - B36 (FM1)

18.30: Skála - Víkingur 

Mánadagin 17. august
18.30 AB - KÍ

Dysturin á Argjum er fluttur eitt stórt samdøgur vegna evropeisku uppgávurnar hjá KÍ

Liðini í topp-fimm standa sum favorittar í dag, men einki er givið - serliga ikki í 2026. Tey fýra niðasti liðini tørva øll stig í óguvliga tætta botnstriðnum, og úrslitini í dag kunnu flyta nógv.

Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum. Beinleiðis frásøgn hoyrist á FM1 úr Gundadali og av Dungasandi, fylgt verður við gongdini í hinum dystunum og á klokkan 19.30 tekur Trygvi Absalonsen samanum dagin í sendingini 3. hálvleiki - við samrøðum og øðrum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder